Skip to main content

Seks spurningar um at vera menniskja

17.10.2023

Við arbeiðsuppgávum og fíggjarligum styrki hevur Nám stuðlað størstu og drúgvastu føroysku filmsframleiðsu, sum er ætlað børnum, hóast málbólkurin avgjørt eisini fevnir um vaksin.

Uppgávurnar eru frítt atkomuligar her

Á opna undirvísingarportalinum Snar eru arbeiðsuppgávur gjørdar til 9. flokk í føroyskum til allar teir seks partarnar í ”Seks spurningar um at vera menniskja”, sum Búi Egason og Dánjal á Neystabø gjørdu lidnar í fjør.

Við støði í hvørjum filmi, sum varir 20 minuttir, eru gjørdar uppgávur, sum hóast ætlaðar móðurmálsfakinum, eisini nema við miðlar og heimspeki. Hvør undirvísinargongdin varir 45 minuttir.

Í læraravegleiðingini til filmarnar ”Seks spurningar um at vera menniskja” verður sagt, at eftir hvønn av teim seks pørtunum verður tikið saman um, hvat vit hava lært um tekst sum hugtak, og serliga um tekstir, sum eru settir saman, og tá skapa ein nýggjan sínámillum samleika, ella intertekstualitet. Í øllum seks pørtunum eru nógvar sipingar til kendar filmar og persónar.

Uppgávurnar eru frítt atkomuligar her

Onnur tíðindi

Starvið er nýtt og hevur til endamáls at styrkja…

Úrslitini frá PISA 2025 vísa eina blandaða mynd.…

Aftur í ár er Nám við í kappingini um at hava…

Skeiðstilmeldingin er latin upp aftur.

Skeiðstilmeldingin er latin upp.

Sjey dagførdar námsætlanir verða settar í gildi 1.…

Námsætlanirnar í týskum, fronskum og sponskum…

Ein handbók til undirvísing, velting og…

Tónleikur - tónafrøði komin út sum sBók – ein…

Plantur til matna sum tilfar til skeið í…