Skip to main content

Sagnir og pappírsklipp

22.11.2023

Í fjør hevði Henny Dánialsdóttir, sum er ráðgevi í handaverki og list í Námi, skeið fyri lærarum um sagnir og pappírsklipp hjá Williami Heinesen.

Her er uppgávuheftið

Her eru sagnir á Snar

Pappírsklippini tóku støði í eini søgn, tey sjálvi valdu á Snar. 

Flestu valdu eina søgn frá heimbygdini, og beinavegin er innara motivatiónin sett í gongd. Tey hava longu eina mynd í høvdinum av søgnini.

- Úrslitið hevði als ikki verið tað sama, um eg sum lærari kom inn og segði, at vit øll skuldu arbeiða við søgnini um Rinkusteinarnar í Oyndarfirði. Tá tey sjálvi sleppa at velja eina søgn at arbeiða við, fáa næmingarnir ognarskap yvir tilgongdini, og tá fara tey til verka við nærlagni og áhuga - og tað sæst aftur í úrslitinum, sigur Henny, sum sjálv er úr Oyndarfirði.

- Pappírsklipp ljóðar einfalt, men tað krevur eina rúgvu av fyrireikingararbeiði, fakligari vitan og royndum, um tað skal eydnast. Hetta sást týðiliga aftur í arbeiðsgongdini hjá lærarunum, og tey vóru bilsin av, hvussu nógv arbeiði lá aftan fyri eitt pappírsklipp, sigur Henny.

 

Onnur tíðindi

Úrslitini frá PISA 2025 vísa eina blandaða mynd.…

Aftur í ár er Nám við í kappingini um at hava…

Skeiðstilmeldingin er latin upp aftur.

Skeiðstilmeldingin er latin upp.

Sjey dagførdar námsætlanir verða settar í gildi 1.…

Námsætlanirnar í týskum, fronskum og sponskum…

Ein handbók til undirvísing, velting og…

Tónleikur - tónafrøði komin út sum sBók – ein…

Plantur til matna sum tilfar til skeið í…

Nú er uppgávubókin til Støddfrøði 9 komin.