Holocaustdagur úr Vestmanna skúla

16.08.2023
Amnesty International og Nám hava gjørt av, at Ruanda í Afrika verður evnið á holocaustdegnum í 2024. Tá verða 30 ár liðin síðan fólkamorðið í afrikanska landinum. Hetta er fyrstu ferð at vit taka upp eitt land í heimspartinum Afrika.
Nú skúlarnir byrja í dag, er ein brellbiti gjørdur, har samskiparin hjá Námi, Ólavur í Geil, og aðalskrivarin í Amnesty, Turið Maria Jóhansdóttir, greiða frá evninum, og um, hvat fólkamorð er, so bæði lærarar og næmingar eru fyrireikaðir.

Holocaustdagurin 2024 verður stroymdur úr Vestmanna skúla (Skermmynd Google Street View)

Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari í Amnesty Føroyar
