Skip to main content

Dømi um próvtøkuuppgávur til 9. flokk

13.11.2025

Dømi um próvtøkuuppgávur til 9. flokk í donskum og føroyskum eru nú tøk.

Næmingar á 9. floksstigi skulu á sumri í 2026 á fyrsta sinni til próvtøku eftir nýggju námsætlanum í føroyskum og donskum, sum komu í gildi í august 2023. Í hesum sambandi eru dømi um próvtøkuuppgávur løgd út til skúlar og lærarar at brúka, t.d. í royndum.

Talan er um próvtøkudømi bæði til fyrra og seinna partin í skrivligu próvtøkuni á 9. floksstigi.

Tilfarið liggur á námsætlanarsíðunum hjá lærugreinunum føroyskum og donskum í teiginum “Til próvtøkur”.

Eru ivamál, ber til at venda sær til Nám ella Próvstovuna.

Onnur tíðindi

Starvið er nýtt og hevur til endamáls at styrkja…

Úrslitini frá PISA 2025 vísa eina blandaða mynd.…

Aftur í ár er Nám við í kappingini um at hava…

Skeiðstilmeldingin er latin upp aftur.

Skeiðstilmeldingin er latin upp.

Sjey dagførdar námsætlanir verða settar í gildi 1.…

Námsætlanirnar í týskum, fronskum og sponskum…

Ein handbók til undirvísing, velting og…

Tónleikur - tónafrøði komin út sum sBók – ein…

Plantur til matna sum tilfar til skeið í…