Skip to main content

PISA 2022

18.02.2022

Í tíðarskeiðnum 7. mars til 1. mai fara 9. floks næmingar aftur til PISA-kanning. PISA-kanningin var upprunaliga sett at verða í 2021, men orsakað av COVID-19 varð hon útsett til í ár.

Tað er sjeyndu ferð, at føroyskir næmingar taka lut í kanningini. Høvuðsøkið í ár verður støddfrøði, og serevnið verður “skapandi hugsan”. Harumframt skulu næmingarnir svara spurningum um sítt bakstøði, t.d. familjustøðu og hugburð til skúlagongd.

Í ár er tað fyrstu ferð, at teir flestu 9. floks næmingarnar í Føroyum kunnu luttaka í PISA-kanningini, tí serstaka UH-kanningin ger tað møguligt fyri næmingar við serligum útbúgvingarligum tørvi at luttaka. So statt fara svarini frá spurnaðarblaðnum um bakstøði næminganna at geva eina enn størri heildarmynd av flest øllum 9. floks næmingum í Føroyum.

Meira fæst at vita um PISA hesum síðum:  

Faldari til næmingar

provstovan.fo

ummr.fo

oecd.org

dst.dk

Onnur tíðindi

Sjey dagførdar námsætlanir verða settar í gildi 1.…

Námsætlanirnar í týskum, fronskum og sponskum…

Ein handbók til undirvísing, velting og…

Tónleikur - tónafrøði komin út sum sBók – ein…

Plantur til matna sum tilfar til skeið í…

Nú er uppgávubókin til Støddfrøði 9 komin.

Niðurstøðan er greið: Núverandi skipan røkkur ikki…

27. januar er altjóða holocaustdagur, dagurin, har…

Myndatema er ein talgild orðabók á 30 málum við…

Dømi um próvtøkuuppgávur til 9. flokk í donskum og…