Skip to main content

Norðurlendsk bókmentavika

26.10.2021

Norðurlendsk bókmentavika verður 15. - 21. november. Norðurlendsk bókmentavika er tiltak fyri skúlar, dagstovnar, bókasøvn og aðrar mentanarstovnar, ið hevur til endamáls at varpa ljós á upplestur, lesigleði og norðurlendskar bókmentir.

Tíðindaskriv frá Norrøna felagnum og Bókmentavikuni:

Í ár bjóðar Norðurlenska bókmentavikan børnum og vaksnum til løtu við upplestri, har søguevnini eru dreymar og longsil. Seinasta tíðin hevur verið merkt av øktari fjarstøðu og stongdum landamørkum. Einki er, ið sameinir fólk um landamørk, sum dreymar og longsil. Tað, ið vit droyma um og leingjast eftir er so sera ymiskt, men kenslurnar eru tær somu. Bókmentirnar hava til allar tíðir hjálpt okkum at droyma okkum burtur, nakað ið kanska hevur havt serliga stóran týdning undir alheimsfarsóttini. Tess vegna bjóðar Norðurlendska bókmentavikan til samrøðu um júst dreymar og longsil.

Mánadagin15. november er dagurin, tá vit í Føroyum og nógv túsund onnur børn og ung um øll Norðurlond um sama tíma seta seg at lurta, tá lisið verður upp úr somu søguni.

Onnur tíðindi

Sjey dagførdar námsætlanir verða settar í gildi 1.…

Námsætlanirnar í týskum, fronskum og sponskum…

Ein handbók til undirvísing, velting og…

Tónleikur - tónafrøði komin út sum sBók – ein…

Plantur til matna sum tilfar til skeið í…

Nú er uppgávubókin til Støddfrøði 9 komin.

Niðurstøðan er greið: Núverandi skipan røkkur ikki…

27. januar er altjóða holocaustdagur, dagurin, har…

Myndatema er ein talgild orðabók á 30 málum við…

Dømi um próvtøkuuppgávur til 9. flokk í donskum og…