Skip to main content

Nám gevur út sBók í vinnurætti

01.11.2021

Mánadagin 1. novembur verður sBókin Vinnurættur útgivin. Hetta er fyrsta føroyska bók til lærugreinina vinnurættur á c-stigi í miðnámi. Bókin miðar eftir at kunna næmingarnar um tey serligu føroysku viðurskiftini og tekur hædd fyri og vísur til galdandi føroyskan rætt við viðkomandi føroyskum dømum.

Louise Restorff Jacobsen hevur skrivað bókina Vinnurættur til lærugreinina vinnuættur á C-stigi í miðnámi. Eingin føroysk lærubók er til hesa lærugreinina frammanundan.

Tá ið Nám skipaði fyri handritakapping í 2016/17 vann Louise kappingina við handritinum til Vinnurætt.

Í Grundgevingini segði dómsnevndin m.a.:

 

Handritið er ein grundbók, ið fylgir námsætlanini í einari breytalærugrein á miðnámi. Bókin hevur eisini almennan áhuga, tí hon er um eitt alment samfelagsligt evni, ið bæði vinnulív, stovnar og privatpersónar kunnu fáa gagn av at lesa. Handritið er væl skrivað, og málsligi og námsfrøðiligi búnin hóska væl til miðnám. Handritið er ávegis liðugt, skrokkurin er greiður, og útgávan verður passalig í vavi. 

Høvundurin hevur hugsað um at hava bæði filmsbrot og venjingaruppgávur knýttar at. Hetta hóskar væl til sBóka-skipanina, sum er høvuðsútgávumiðilin til miðnám.

 

sBókin verður ókeypis restina av 2021. Frá januar 2022 kann bókin keypast fyri úr 78,- kr.

Onnur tíðindi

26.09.2025

Henda bók er ætlað 1. árs-lesandi á Søgu- og…

Les meira
16.09.2025

Ætla tit at luttaka í kappingini?

Les meira
09.09.2025

Námsætlanirnar í alisfrøði, evnafrøði, landafrøði…

Les meira
04.09.2025

Skrivlig próvtøka í pappírsformi.

Les meira
Lær um Canva for Education á Youtube
18.08.2025

Lærarar og næmingar hava fingið atgongd

 

Les meira
18.07.2025

4. flokkur hevur nú fingið spildurnýggja bók í…

Les meira
18.07.2025

Fýra roknibøkur til forskúla og byrjanardeild

Les meira
14.07.2025

Plakat – Tá ið næmingur úr øðrum landi kemur í…

Les meira
Støddfrøði 9 - Grundbók
14.07.2025

Nú er komið á mál við grundbókunum í…

Les meira
10.07.2025

Dagførdar námsætlanir og leiðbeiningar koma í…

Les meira