Skip to main content

ListaMeldur filmaður í Námi

18.03.2022

Mikudagin, 16. mars, hava fleiri túsund børn og ung í Føroyum, Finnlandi, Svøríki, Íslandi, Danmark og Noregi arbeitt við listaligum virksemi og gjørt úrslitini sjónlig í almenna rúminum.

Hjá okkum er heitið ListaMeldur, sum verður eitt árligt afturvendandi tiltak í viku 11.

Á triðja sinni hevði Háskúlin framsýning við næmingaavrikum í Námi. Løtan, tá framsýningin læt upp, er filmað og varir 11 minuttir. Vit hoyra skúlastjóran Hedvig Westerlund-Kapnas og læraran Bárður Dal Christiansen greiða frá. Árni Øregaard filmaði og setti saman.

Endamálið við ListaMelduri er hvørt ár at varpa ljós á verkligu og tónlistarligu lærugreinirnar í fólkaskúlanum, serliga myndlist. Eitt endamál er eisini at lýsa, hvønn týdning hesar lærugreinir hava fyri læring, menning og trivnað, umframt at kveikja og geva íblástur til skapandi virksemi í skúlunum.

Her sæst filmurin:

Onnur tíðindi

Hesa vikuna vera landsroyndirnar hildnar í 4. og…

Námsætlanirnar í týskum, fronskum og sponskum…

Ein handbók til undirvísing, velting og…

Tónleikur - tónafrøði komin út sum sBók – ein…

Plantur til matna sum tilfar til skeið í…

Nú er uppgávubókin til Støddfrøði 9 komin.

Niðurstøðan er greið: Núverandi skipan røkkur ikki…

27. januar er altjóða holocaustdagur, dagurin, har…

Myndatema er ein talgild orðabók á 30 málum við…

Dømi um próvtøkuuppgávur til 9. flokk í donskum og…