Skip to main content

Lærarabók til "Ferð á Føroyskt" á prenti

17.08.2023

Lærarabók 1 til "Ferð á føroyskt - sum annaðmál " er júst komin á prenti

Far til útgávuna

Bókin fevnir nú eisini um ein umfatandi innleiðslupart við nágreiniligari kunning um tilgongdina í bókaheildini, annaðmálsdidaktikk og aðra viðkomandi kunning.  

Prentaða bókin er eitt hent amboð hjá læraranum at hava við hondina í undirvísingini. Hon hevur spiralrygg og fyllir tí minni í hondini enn ein opin bók. Tað ger hana eisini nýtiligari.   

Lærarabók 1 fevnir um partarnar Innleiðsla, Stig fyri stig vegleiðing, Kortini mynd og orð, Avritssíður við hópin av eyka uppgávum til næmingarnar og Amboðskassi við hugskotum til alskyns spøl og aktivitetir. Eisini er ein roynd eftir hvønn kapittul.   

Lærarabók 1 hoyrir til bókaheildina Ferð á føroyskt – sum annaðmál, sum er undirvísingartilfar til føroyskt sum annaðmál. Tilfarið er ætlað næmingum í 4./5. flokki og uppeftir, umframt vaksnum, ið tosa annað mál enn føroyskt, og sum frammanundan hava lært at lesa við latínskum bókstavum. Bókaheildin fevnir um Grundbók, Arbeiðsbók, Orðahefti, ljóðfílur, Svarlista og Lærarabók.

Onnur tíðindi

01.05.2025

Tiltak: Grønar upplivingar fyri alla familjuna í…

Les meira
01.04.2025

Vilt tú hava eitt spennandi og læruríkt…

Les meira
31.03.2025

Í síðstu viku var hátíðarløta í Námi í sambandi…

Les meira
31.03.2025

Námsætlanirnar í alisfrøði og evnafrøði 7-9,…

Les meira
21.03.2025

Nám sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira
10.03.2025

Plantur til matna – Ein ókeypis bók um…

Les meira
08.03.2025

Á kvinnudegnum 8. mars 2025 verður filmurin Karyat…

Les meira
25.02.2025

PISA-kanningin verður í tíðarskeiðnum frá 3. mars…

Les meira
13.02.2025

Bókin Kom og les raðið er ein stór hjálp hjá…

Les meira