Skip to main content

Hug at granska í skúlafráveru?

26.10.2022

Hevur tú hug at granska í føroyska fólkaskúlanum? Og vilt tú hjálpa okkum við at fáa skil á, hvussu vit kunnu minka um skúlafráveru?

 Gevið gætur! Freistin er farin, og starvið er sett 

Eins í londunum kring okkum, tykist talið av børnum og ungum, sum antin hava nógva skúlafráveru ella als ikki megna at koma í skúla, alsamt vaksandi. Hesi gongd vilja vit steðga.

Landsstýrismaðurin, sum varar av skúlamálum, setti ein arbeiðsbólk við umboðum úr viðkomandi stovnum at arbeiða við málinum. Niðurstøðan av hesum arbeiði var, at tørvur er á nærri lýsing av trupulleikanum í Føroyum, bæði viðvíkjandi skráseting og handfaring av skúlafráveru og viðvíkjandi tiltøkum, sum kunnu minka um skúlafráveru.

Lýst verður tí eftir einum persóni bæði til at viðvirka til at fáa verkætlanina í lag og til at granska og fremja verkætlanina.

Uppgávurnar eru m.a.:

  • At gera eina lýsing av 3-ára granskingarverkætlan, sum hevur til endamáls at fáa til vega vitan um, hvussu skúlafrávera verður handfarin, og hvørji frálærufrøðilig, námsfrøðilig og sálarfrøðilig tiltøk kunnu minka um skúlafráveru í Føroyum.
  • At gera umsókn um fíggjarligan stuðul til verkætlanina.
  • At fremja granskingarverkætlanina við vegleiðing frá royndum granskara innan økið og í tøttum samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya og viðkomandi stovnar innan skúlaverkið.

Vit leita eftir persóni, ið:

  • Hevur í minsta lagi 5-ára útbúgving frá hægri lærustovni (íroknað 2-ára kandidat- ella masterútbúgving, 120 ECTS) í frálæru-, náms- ella sálarfrøði ella líknandi.
  • Hevur eitt gott prógv, har próvtalið fyri høvuðs- ella masterritgerðina helst er 10 ella hægri.
  • Hevur serligan áhuga fyri gransking á skúlaøkinum.
  • Dugir at arbeiða skipað (systematiskt) og sjálvstøðugt.
  • Hevur góðar analytiskar førleikar.
  • Er før/-ur fyri at orða seg væl og at skriva á føroyskum og enskum.
  • Hevur góð samstarvsevni.
  • Vil vera partur av arbeiði, sum longu er farið í gongd.

 

Setanarviðurskifti

Talan er um 6-mánaðar starv sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya við møguleika til at gera eina ph.d-verkætlan, um endalig fígging fæst.

Starvsstaður er Nám.

 

Umsóknin eigur at fevna um:

  • Lýsing av bakgrund og royndum, eisini viðvíkjandi gransking, til dømis kvalitativari og/ella kvantitativari gransking, og hví tú søkir starvið (umleið 1 síðu).
  • Lýsing av, hvussu tú ímyndar tær, at granskingarverkætlanin skal skipast (umleið 3 síður).
  • CV og avrit av próvskjølum, váttanum og viðmælum.
  • Samanumtøku av høvuðs- ella masterritgerð.

Samband

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Tóru Petersen, trivnaðarráðgeva, á tlf. 555184 ella við telduposti á torap@nam.fo.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. november 2022og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.

 

Onnur tíðindi

08.07.2025

Nú kanst tú lesa nógv kend og kanska minni kend…

Les meira
04.07.2025

Norðuratlantisk lond savnaðust fyri fyrstu ferð…

Les meira
18.06.2025

Tað hevur manglað leingi, og nú er tað endiliga…

Les meira
12.06.2025

Nám umsitur nú Vitanarfróðu.

Les meira
28.05.2025

Skeiðstilmeldingin er latin upp.

Les meira
22.05.2025

Nú ber til hjá 5. flokkum og eldri at tekna seg…

Les meira
01.05.2025

Undirvísingartilfar til umhvørvisvikuna

Les meira
01.05.2025

Tiltak: Grønar upplivingar fyri alla familjuna í…

Les meira
01.04.2025

Vilt tú hava eitt spennandi og læruríkt…

Les meira
31.03.2025

Í síðstu viku var hátíðarløta í Námi í sambandi…

Les meira