Skip to main content

Føroyskt tilfar á MitCFU

28.01.2025

Filmar og sendingar frá Kringvarpi Føroya eru nú tøk á MitCFU.

Nám og Kringvarp Føroya hava í eina tíð arbeitt við at fáa føroyskar filmar og sendingar inn í MitCFU-skipanina. Nú er glið komið á, og fleiri filmar og sendingar eru longu tøk, og enn fleiri eru á veg.

Allir lærarar í fólkaskúla og á miðnámi hava atgongd til MitCFU-skipanina og kunnu stroyma tilfarið beinleiðis haðani. Eisini kunnu lærarar læna tilfarið til næmingar, soleiðis at tey sjálv kunnu stroyma tilfarið heima.

MitCFU-skipanin tryggjar, at øll loyvi og rættindi at stroyma tilfarið eru í lagi, bæði hjá lærarum og næmingum.

Tilfar, sum er lagt inn í januar 2025:

Sjá, tú blánar 
O, móðurmál (1-3) 
Myndlist í Føroyum (1-11) 
Streingir, ið tóna 
Lítli maður frá Fjallafonn (1-3) 
Sámal Joensen-Mikines (1-2) 
Poul F. Joensen (1-2) 
Jørgen Frantz (1-2) 
Kanska um hundrað ár (1-4) 
Ebba Hentze 
Søgurnar eru her! 
"Eg geri, sum eg vil" 
Svartur Sannleiki 
Ingálvur av Reyni 100 ár 
Patursson 
Á hellu eg stóð

Leinki til tilfarið á MitCFU

 

 

 

Onnur tíðindi

Starvið er nýtt og hevur til endamáls at styrkja…

Úrslitini frá PISA 2025 vísa eina blandaða mynd.…

Aftur í ár er Nám við í kappingini um at hava…

Skeiðstilmeldingin er latin upp aftur.

Skeiðstilmeldingin er latin upp.

Sjey dagførdar námsætlanir verða settar í gildi 1.…

Námsætlanirnar í týskum, fronskum og sponskum…

Ein handbók til undirvísing, velting og…

Tónleikur - tónafrøði komin út sum sBók – ein…

Plantur til matna sum tilfar til skeið í…