Skip to main content

Dagført tilfar um at ferðast á netinum 

08.07.2022

SSP hevur dagført undirvísingartilfarið “At ferðast á netinum"

At ferðast á netinum” er undirvísingartilfar til tín sum lærari, ið vil undirvísa og vegleiða næmingum í talgildisbúgving innan seks viðkomandi tættir: Ábyrgdarringarnir, Picture Perfect, Trygg loyniorð, Orð hava vald, Happing á netinum og At finna javnvág í mínari miðlanýtslu.

At reika á netinum er ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá flest øllum, bæði børnum og vaknsum. Hetta setur krøv til skilagóðan atburð, og hvussu vit tryggja okkara privatlív.

Í tilfarinum er ein heimasetningur til hvørt evni, ið næmingar kunnu gera saman við foreldrum/vaksnum.

Harumframt hoyrir ein krabbagágga til tilfarið, ið næmingarnir kunnu brúka saman við floksfelagum, foreldrum, vinum osfr. Henda krabbagággan er góð at brúka til eitt prát um lívið á netinum, har nakrir viðkomandi spurningar verða settir.

'At ferðast á netinum' á Snar

 

Onnur tíðindi

Skeiðstilmeldingin er latin upp.

Sjey dagførdar námsætlanir verða settar í gildi 1.…

Námsætlanirnar í týskum, fronskum og sponskum…

Ein handbók til undirvísing, velting og…

Tónleikur - tónafrøði komin út sum sBók – ein…

Plantur til matna sum tilfar til skeið í…

Nú er uppgávubókin til Støddfrøði 9 komin.

Niðurstøðan er greið: Núverandi skipan røkkur ikki…

27. januar er altjóða holocaustdagur, dagurin, har…

Myndatema er ein talgild orðabók á 30 málum við…