Skip to main content

Færoæ & Færoa Reserata sum sBók

13.12.2023

Nýggj útgáva av Færoæ & Færoa Reserata eftir Lucas Debes ætlað miðnámi.

Far til bókina

Færoæ & Færoa Reserata eftir Lucas Debes kom út í 1673. Bókin vakti ans og var longu í 1675 útgivin í enskari týðing, partar vóru eisini týddir til íslendskt, og í 1757 kom bókin út í týskari týðing.

Lucas Debes (1623-1675) var danskur prestur, ið flutti til Føroya beint eftir, at hann hevði lokið prógv í gudfrøði. Hann byrjaði sum kapelanur, endaði sum próstur og stóð eisini fyri latínskúlanum í Havn. Lucas Debes doyði og varð jarðaður í Føroyum.

Hendan sBókin er ætlað til miðnám. Hvør kapitul leggur út við einum yvirliti og einum kveika, og føroyskar millumyvirskriftir eru settar inn í teir kapitlar, har ongar millumyvirskriftir vóru. Alt hetta skuldi gjørt gamla tekstin hjá Lucasi Debes meira atkomiligan hjá dagsins lesara. Harumframt eru verkevni til allar kapitlar. Verkevnini peika inn í tekstin hjá Lucasi Debes og út til nýggjari og eldri tekstir, fleiri verkevni hava umframt skrivaðan tekst eisini myndir, video og ljóðbrot. Ætlanin er at hesi verkevni skulu gerast alsamt meira fleir- og tvørfaklig.

Lærarar á Miðnámi á Kambsdali hava ritstjórnað hesa útgávu av Færoæ & Færoa Reserata, í samband við, at 350 ár eru liðin, síðan bókin kom út á fyrsta sinni.

Teksturin hjá Lucasi Debes er tann sami sum í útgávuni hjá Einar Joensen frá 1950.

Í ritstjórnini sótu Dorit Hansen, Óluva Klettskarð og Jákup Bernhard Brim Joensen.

Aðrir lærarar, sum hava hjálpt til við at gera uppgávur eru: Christina Jensen, Høgni Holm, Jákupbjørg Lambaa, Annika Steintórsdóttir Biskopstø, Meinhard Bjartalíð, Joan Mohr, Joan Gardar, Hjalti Hermanson Dalheim, Jóannes Djurhuus og Óli Høgnesen.

 

Onnur tíðindi

26.09.2025

Henda bók er ætlað 1. árs-lesandi á Søgu- og…

Les meira
16.09.2025

Ætla tit at luttaka í kappingini?

Les meira
09.09.2025

Námsætlanirnar í alisfrøði, evnafrøði, landafrøði…

Les meira
04.09.2025

Skrivlig próvtøka í pappírsformi.

Les meira
Lær um Canva for Education á Youtube
18.08.2025

Lærarar og næmingar hava fingið atgongd

 

Les meira
18.07.2025

4. flokkur hevur nú fingið spildurnýggja bók í…

Les meira
18.07.2025

Fýra roknibøkur til forskúla og byrjanardeild

Les meira
14.07.2025

Plakat – Tá ið næmingur úr øðrum landi kemur í…

Les meira
Støddfrøði 9 - Grundbók
14.07.2025

Nú er komið á mál við grundbókunum í…

Les meira
10.07.2025

Dagførdar námsætlanir og leiðbeiningar koma í…

Les meira