Skip to main content

Beinta í Jákupsstovu skrivað nýggja bók um fólkaræði

11.08.2023

Beinta í Jákupsstovu hevur meginpartin av starvsleið síni verið professari við Háskúlan í Molde. Har hevur hon undirvíst í ymiskum samfelagsvísindaligum lærugreinum, m.a. fólkaræði. Eisini hevur hon undirvíst í nógv ár á Fróðskaparsetrinum.

Far til útgávuna

Nú hevur Beinta skrivað eina innleiðslubók um evnið við heitinum ”Fólkaræði – hvat, hví og hvussu”. Sostatt fær lesarin at vita, hvat hugtakið fólkaræði fevnir um, hví fólkaræði hevur ment seg í ymiskum tíðarskeiðum og hvussu tað hevur ment seg á ymiskan hátt.

Hóast bókin er stutt – 84 síður – og lætt lisin, kemur hon víða um, alt frá gamla Grikkalandi upp til nútíðar fólkaræðið í Føroyum.

Fólkaræði hevur leingi verið høgt í metum kring okkara leiðir, serliga síðani Berlinmúrurin fall í 1989 og ”Kalda kríggið” varð avloyst av ”End of history”-bjartskygninum í 1990’unum. Fíggindar fólkaræðisins tyktust bastir, og hildið var at fólkaræðið hevði vunnið endaligan sigur.


Í dag vita vit betur. Seinastu áratíggjuni hava aðrar stýrisskipanir tikið seg fram og lagt fólkaræðið undir trýst, ikki minst nú einaræðið Russland hevur gjørt innrás í fólkaræðið Ukraina, eins og talufrælsið er vorðið eitt stríðsmál í altjóða høpi.

Fólkaræði er ikki nøkur sjálvfylgja, men má verjast og røkjast fyri at kunna mennast. Tí er evnið átrokandi at viðgera í hesum tíðum. Til tess er neyðugt við einari fakligari barlast, soleiðis at ung sum vaksin duga at skyna á hvat er fólkaræðiligt, minni fólkaræðiligt ella einaræðiskent. Bókin hjá Beintu í Jákupsstovu viðger týdningarmestu hugtøkini um fólkaræði stuðlað av eini gjølligari kelduskipan, ið ger lesaran føran fyri at kunna seg víðari í øðrum bókmentum.

Bókin er ætlað 1. árs-lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum og sum ískoytistilfar til miðnámslesandi í samfelagsfrøði, søgu og heimspeki, ið ynskja at kava djypri niður í evnið fólkaræði, t.d. í verkætlanararbeiði ella tvørfakligum samstarvi.

Eisini hevur bókin almennan áhuga fyri øll, ið ynskja eina innleiðslu til evnið. Bókin er stutt og um stór evni, men vónandi kann hon vera ein stuðul til at skilja og meta um aðrar tekstir um fólkaræði og ein brellbiti til at lesa meira.

 

Onnur tíðindi

01.05.2025

Tiltak: Grønar upplivingar fyri alla familjuna í…

Les meira
01.04.2025

Vilt tú hava eitt spennandi og læruríkt…

Les meira
31.03.2025

Í síðstu viku var hátíðarløta í Námi í sambandi…

Les meira
31.03.2025

Námsætlanirnar í alisfrøði og evnafrøði 7-9,…

Les meira
21.03.2025

Nám sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira
10.03.2025

Plantur til matna – Ein ókeypis bók um…

Les meira
08.03.2025

Á kvinnudegnum 8. mars 2025 verður filmurin Karyat…

Les meira
25.02.2025

PISA-kanningin verður í tíðarskeiðnum frá 3. mars…

Les meira
13.02.2025

Bókin Kom og les raðið er ein stór hjálp hjá…

Les meira