Skip to main content

95 nýggjar sagnir á Snar

23.08.2021

Árni Dahl hevur hevur gjørt 95 nýggjar sagnir til talgildan tekst. Nýggju sagnirnar eru úr ymiskum bókum og tíðarritum. Nú eru 307 sagnir á sagnasíðuni á Snar.

 Sagnasíðan á Snar 

Nýggju sagnirnar eru úr hesum bókum og tíðarritum

  • “Birting”, 1990
  • Háskúlablaðið “Tjaldur” nr. 1, 1933
  • “Jól í Føroyum”, 1933, 1935, 1936
  • “Mondul 3”, 1976
  • “Varðin”, 1. bind, 1921, 3. bind, 1923, 4. bind 1924, 5. bind, 1925, 6. bind, 1926, 9. bind, 1929, 10. bind, 1930, 11. bind, 1931, 12. bind, 1932, 13. bind, 1933, 14. bind, 1934, 15. bind, 1935, 17. bind, 1937, 18. bind, 1938, 19. bind, 1939, 22. bind, 1942, 23. bind, 1944, 25. bind, 1947, 26. bind, 1949, 27. bind, 1950, 29. bind, 1951, 32. bind, 1957, 33. bind, 1957/1969, 35. bind, 1962, 39. bind, 1970.
  • Jóannes Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978
  • Jóannes Patursson: Tættir úr Kirkjubøar søgu”, 1966
  • Jóhan Hendrik Winther Poulsen: “Orðabókin”, 2009
  • Kristian Osvald Viderø:“Saga Skálavíkar, Húsavíkar, Skarvanesar, Dals, Skúoyar, Dímunar, Sands, Skopunar, Hestoyar, Kolturs”, 1991.

Árni Dahl hevur við játtan frá mentamálaráðnum staðið fyri at gera sagnirnar til talgildan tekst, og í samráði við Føroya skúlabókagrunn, seinni NÁM,  er avgjørt at leggja sagnirnar á Snar.

Fyrst vórðu allar sagnirnar í ”Sagnum og ævintýrum” hjá Jakob Jakobsen lagdar á Snar.

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni: Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr", fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

Síðan eru eisini sagnir, sum V.U. Hammershaimb og Andreas Weihe savnaðu, eisini komnar á Snar.

Sagnirnar hjá V.U. Hammershaimb eru úr ”Færøsk Anthologi I” frá 1891

Sagnirnar hjá Andreasi Weihe eru úr "Søga og søgn" frá 1933 og "Tjóðminni” frá 1938.

 Sagnasíðan á Snar 

Onnur tíðindi

Námsætlanirnar í týskum, fronskum og sponskum…

Ein handbók til undirvísing, velting og…

Tónleikur - tónafrøði komin út sum sBók – ein…

Plantur til matna sum tilfar til skeið í…

Nú er uppgávubókin til Støddfrøði 9 komin.

Niðurstøðan er greið: Núverandi skipan røkkur ikki…

27. januar er altjóða holocaustdagur, dagurin, har…

Myndatema er ein talgild orðabók á 30 málum við…

Dømi um próvtøkuuppgávur til 9. flokk í donskum og…

Umleið 1300 næmingar á 35 skúlum luttóku í…