Skip to main content

Vinnararnir eru funnir í andlitskappingini hjá ListaMelduri

21.12.2021

Andlitskappingin hevur verið í novembur og inn komu 270 tekningar frá børnum í ymsum aldri og úr ymsum flokkum kring landið.

Tey yngstu, sum sendu tekningar inn til andlitskappingina, eru enn ikki farin í skúla, og hini eru frá innskúlingini, miðdeild og hádeild í fókaskúlanum kring landið.

Henny Dánialsdóttir, sum er lærugreinaráðgevi í evning í Námi, hevur heitt á eina dómsnevnd, at taka dagar ímillum mongu tekningarnar, so vinnarar verða valdir í øllum bólkum.

Endamálið við ListaMelduri er at varpa ljós á myndlist í skúlanum, og at lýsa, hvønn týdning kreativar lærugreinir hava fyri læring, menning og trivna hjá einstaka næminginum, umframt at kveikja og geva íblástur.

Meginendamálið hjá ListaMelduri, sum verður skipað úr Námi, er eitt afturvendandi tiltak í viku 11, sum endar við listafagnaði mikudagin í hesi somu viku, sum verður hin 16. mars.Her greiðir Henny frá um andlitskappingina úr egnu evningsstovuni í Eysturskúlanum, har hon eisini undirvísur:

Her sæst alt um tiltakið ListaMeldur: listameldur.com.

Onnur tíðindi

01.05.2025

Tiltak: Grønar upplivingar fyri alla familjuna í…

Les meira
01.04.2025

Vilt tú hava eitt spennandi og læruríkt…

Les meira
31.03.2025

Í síðstu viku var hátíðarløta í Námi í sambandi…

Les meira
31.03.2025

Námsætlanirnar í alisfrøði og evnafrøði 7-9,…

Les meira
21.03.2025

Nám sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira
10.03.2025

Plantur til matna – Ein ókeypis bók um…

Les meira
08.03.2025

Á kvinnudegnum 8. mars 2025 verður filmurin Karyat…

Les meira
25.02.2025

PISA-kanningin verður í tíðarskeiðnum frá 3. mars…

Les meira
13.02.2025

Bókin Kom og les raðið er ein stór hjálp hjá…

Les meira