Skip to main content

PISA 2022

05.12.2023

Fyrrapartin var frágreiðingin fyri PISA-kanningina 2022 løgd fram í Kongshøll. Rithøvundarnir av frágreiðingini greiddu frá úrslitunum og gongdini í kanningini og handaðu landsstýrismanninum frágreiðingina. Til ber at síggja framløguna her:

Les alla PISA-frágreiðingina her

Samanumtikið kann staðfestast, at úrslitini fyri PISA 2022 tala eitt týðiligt mál. Miðalúrtøkan í OECD-londunum fall við 15 PISA-stigum í støddfrøði og við 10 PISA-stigum í lesing.

Kjarnaøkið fyri PISA 2022 var støddfrøði, meðan uppgávurnar í lesing og náttúruvísindi vóru svarandi til uppgávurnar í 2018. Samanlagt fekk Føroyar 446 stig í støddfrøði, og er hetta ein afturgongd uppá 45 stig síðani 2018. Samanbera vit okkum við hini Norðurlondini, so fekk eitt nú Danmark 489 stig, meðan Ísland fekk 459 stig. Miðal fyri OECD-lond var 475 stig í støddfrøði. Hóast danir aldrin hava fingið verri úrslit, so fáa teir besta úrslitið samanborið við úrslitini hjá hinum Norðurlondunum í 2022.

Orsøkin til laka úrslitið í støddfrøði í PISA 2022 er helst eitt samanfall av ymiskum viðurskiftum. Í frágreiðingini verður ljós varpað á avgerandi tættir, sum kunnu vera atvold til úrslitið. Hugtakskarmurin fyri støddfrøði í PISA 2022 er broyttur nakað í mun til undanfarnar kanningar, og er hetta helst ein av orsøkunum til, at úrslitið í nærum øllum londunum er lægri enn í 2018. Størri dentur verður lagdur á støddfrøðiliga og  telduligari hugsan, ið eru partar av støddfrøðiligum lesføri. Nógvar av kanningaruppgávunum eru samvirknar, har næmingar skulu handfara ymiskar upplýsingar.

Viðvíkjandi úrslitinum hjá teimum føroysku næmingunum leggur PISA-frágreiðingin dent á vantandi førleikar hjá okkara næmingum. Her verður serliga víst á vantandi kt-førleikar og vantandi førleikar í støddfrøðiligari modellering, sum snýr seg um at umseta ein trupulleika frá veruleikanum til ein støddfrøðiligan trupulleika, sum síðani verður greinaður við nýtslu av støddfrøði, fyri aftur at kunna útgreina trupulleikan í veruleikanum.

Hetta er tó nakað, Nám arbeiðir við. Við bókarøðini Rokning, sum á fyrsta sinni varð útgivin í 2014, verður alsamt størri dentur lagdur á modelleringsstøddfrøði. Bøkurnar í bókarøðini Rokning frá 1. til 8. flokk eru útkomnar, meðan bókin til 9. flokk er í gerð og verður væntandi útgivin komandi skúlaár.  Hetta merkir sostatt, at okkara næmingar, sum vóru til PISA-kanning í 2022, ikki hava verið undirvístir í modellering innan støddfrøði, men at komandi næmingar verða betur fyri, hvat hesum førleikanum viðvíkur.

Eisini er vert at nevna, at námsætlanin í støddfrøði verður sett í verk fyri fólkaskúlaøkið við skúlaársbyrjan 2024/25. Sambært støðisnámsætlanini, sum varð sett í verk í august 2023, skulu allar lærugreinar í fólkaskúlanum og á miðnámi í enn størri mun enn áður taka uppí undirvísing innan kt og talgildisbúgving.

Framløga av PISA-frágreiðingini 2022

Onnur tíðindi

18.07.2025

Fýra roknibøkur til forskúla og byrjanardeild

Les meira
14.07.2025

Plakat – Tá ið næmingur úr øðrum landi kemur í…

Les meira
Støddfrøði 9 - Grundbók
14.07.2025

Nú er komið á mál við grundbókunum í…

Les meira
10.07.2025

Dagførdar námsætlanir og leiðbeiningar koma í…

Les meira
08.07.2025

Nú kanst tú lesa nógv kend og kanska minni kend…

Les meira
04.07.2025

Norðuratlantisk lond savnaðust fyri fyrstu ferð…

Les meira
18.06.2025

Tað hevur manglað leingi, og nú er tað endiliga…

Les meira
12.06.2025

Nám umsitur nú Vitanarfróðu.

Les meira
28.05.2025

Skeiðstilmeldingin er latin upp.

Les meira
22.05.2025

Nú ber til hjá 5. flokkum og eldri at tekna seg…

Les meira