Skip to main content

Pengar, eginbúskapur og talgild trygd

30.01.2025

Nám gevur út talgilt undirvísingartilfar um eginbúskap hjá ungum.

Pengar er nýtt talgilt undirvísingartilfar til støddfrøði og samfelagsfrøði.

Hetta tilfarið er týtt og tillaga úr donskum frá "Pengeugen". Tað er Danmarks Matematiklærerforening, sum hevur ment hetta talgilda undirvísingartilfarið í eginbúskapi, ætlað hádeild í fókaskúlanum.

Finans Danmark skipar Pengeuge í Danmark í viku 11, tá tað ber til at fá vitjan av einum bankaráðgeva sum gestaundirvísara í flokkinum. Tað er ikki ætlanin, at hetta tilfarið skal verða brúkt eitt ávíst tíðarskeið, men skúlar kunnu seta seg í samband við føroysku peningastovnarnar um at fáa ein ráðgeva at greiða frá hesum viðurskiftunum. Felagið Peningastovnar og Talgildu Føroyar hava ráðgivið og verið við í menningini av føroyska tilfarinum.

Endamálið við tilfarinum er at kunna næmingar um ávís búskaparlig hugtøk við dømum úr gerandisdegnum. Hetta skal geva teimum bæði áræði og royndir, soleiðis at tað gerst lættari at taka støðu í búskaparligum viðurskiftum.

Tilfarið kann verða brúkt í samfelagsfrøði- og støddfrøðitímunum, antin í hvør sínum lagi ella tvørfakliga. Miðað verður eftir, at alt tilfarið verður gjøgnumgingið í eina viku, men tit kunnu eisini lagað tað til eftir tørvi. Høvuðsdenturin í tilfarinum er lagdur á støddfrøði, eginbúskap og talgilda trygd.

Onnur tíðindi

Ein handbók til undirvísing, velting og…

Tónleikur - tónafrøði komin út sum sBók – ein…

Plantur til matna sum tilfar til skeið í…

Nú er uppgávubókin til Støddfrøði 9 komin.

Niðurstøðan er greið: Núverandi skipan røkkur ikki…

27. januar er altjóða holocaustdagur, dagurin, har…

Myndatema er ein talgild orðabók á 30 málum við…

Dømi um próvtøkuuppgávur til 9. flokk í donskum og…

Umleið 1300 næmingar á 35 skúlum luttóku í…

Henda bók er ætlað 1. árs-lesandi á Søgu- og…