Skip to main content

Nýt livandi myndir í undirvísingini

16.11.2023

​​​​​​​Sjónvarpssendingar og filmar eru sterk námsfrøðilig amboð til undirvísingina. Sjónvarp og filmur hava evni at gera søgulig tíðarskeið livandi, fremmandamál gerast ítøkilig – og úrtøkilig temu gerast ítøkilig á ein hátt, so næmingarnir kunnu fáa samband við tey og fata tey.

Nám og Copydan AVU-medier hava tí gjørt avtalu sínamillum um, at skúlarnir í Føroyum kunnu stroyma sjónvarpssendingar og spælifilmar gjøgnum “mitCFU” til at nýta sum undirvísingartilfar.

Copydan AVU-medier er ein felagsskapur, sum umsitur rættindi av ljóð- og myndatilfari til undirvísing og samskifti. Vit tryggja, at sjónleikarar, dramatikarar, leikstjórar, tónleikarar og nógv onnur, sum arbeiða á kreativa økinum, fáa pengar, tá onnur nýta tað tilfar, tey hava verið við í.

Fyri at tryggja, at allir lærarar og undirvísarar eru so væl kunnaðir sum gjørligt um møguleikarnar í hesari avtalu, hava vit í samstarvi við Nám og CFU Danmark fyrireikað ein vælkomupakka við:

Í faldarunum eru uppskot til sjónvarpssendingar og filmar í mitCFU, sum kunnu nýtast í undirvísingargongdum í ymiskum lærugreinum og stigum. Í “mitCFU” eru ein rúgva av filmum og sjónvarpssendingum, har námsfrøðilig vegleiðing og kapitlamerkingar fylgja við. Hesar hevur lærugreinaráðgevin í viðkomandi lærugrein gjørt. Vegleiðingarnar geva ítøkilig hugskot til, hvussu sendingin ella filmurin kann nýtast í undirvísingini, og hvussu næmingarnir kunnu arbeiða við tilfarinum.

Bæði faldarar og námsfrøðiligu vegleiðingarnar kunnu eins væl nýtast sum íblástur, tá undirvísing verður løgd til rættis fyri árið. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur tørv á fleiri upplýsingum.

Vónandi fáa bæði lærarar og næmingar nógva gleði av hesum gullnámi, sum vit halda, at tilfarið í “mitCFU” er.

​​​​​​​ 

 

Onnur tíðindi

24.04.2024

Upp- og afturlatingartíðir

Les meira
Mynd av drongi, ið hyggur at grafum
17.04.2024

Hesa vikuna eru allir næmingar í 4. og 6. flokki…

Les meira
08.04.2024

Námsætlan í kravda undirvísingarevninum…

Les meira
19.03.2024

Starv sum námsráðgevi í føroyskum á yrkis- og…

Les meira
12.03.2024

Í sBókini Plantur til matna eru meira enn 150…

Les meira
12.03.2024

Nýggj námsætlan er gjørd til lærugreinina…

Les meira
04.03.2024

Nám gevur út tvey nýggj Hey!-hefti, sum eru ætlað…

Les meira
04.03.2024

Kambodja evnið á næsta Holocaustdegi.

Les meira
29.02.2024

Starv sum námsráðgevi í føroyskum á yrkis- og…

Les meira
22.02.2024

Forvitnislig bókarøð, ið er ætlað til undirvísing…

Les meira