Skip to main content

ListaMeldur 2022

22.02.2022

Mikudagin 16. mars í ár fara fleiri túsund børn og ung í Føroyum, Finnlandi, Svøríki, Íslandi, Danmark og Noregi at arbeiða við listaligum virksemi og gera tað sjónligt í almenna rúminum.

Millum annað fara fleiri skúlar at bjóða foreldrum inn at síggja skapandi arbeiði, sum tey gera. Háskúlin fer eisini at hava framsýning í Námi henda sama mikudag, sum er í viku 11. Framyvir er ætlanin at hesin mikudagur í viku 11 hvørt ár skal gera vart við list í norðurlendska skúlanum.

Endamálið við ListaMelduri er at varpa ljós á verkligu og tónlistarligu lærugreinirnar í fólkaskúlanum, serliga myndlist. Eitt endamál er eisini at lýsa, hvønn týdning hesar lærugreinir hava fyri læring, menning og trivnað, umframt at kveikja og geva íblástur til skapandi virksemi í skúlunum.

- Vit fegnast um væleydnaða tiltakið og stóru undirtøkuna í fjør. Hóast Føroyar bert hava verið við einaferð, er okkara luttøka lutvíst hin størsta í Norðurlondum. Og tað er bara okkara ágrýtnu lærarum fyri at takka, sigur Henny Dánialsdóttir, sum er ráðgevi í handaverki og list í Námi.

- Um tit gera eina tvørfakliga verkætlan, arbeiða við litlæru, læra at tekna andlit, byggja eitt fuglahús, tøva eitt landslag, ella mála ein heilan húsaveg, er púra upp til tykkum. Einki er ov stórt, og einki er ov lítið, sigur Henny.

Fyri at vera við, skulu tit fyrst hava eina flaggkapping á skúlanum. Tit skulu finna eitt flagg at umboða tykkara skúla. Flaggið er tilmeldingin til ListaMeldur.

Vegleiðingina til flaggkappingina finna tit her:

Eru ivamál ber altíð til at ringja til lærugreinaráðgevan, Henny Dánialsdóttir, tlf 555157 ella senda teldupost til henny@nam.fo

Onnur tíðindi

01.05.2025

Tiltak: Grønar upplivingar fyri alla familjuna í…

Les meira
01.04.2025

Vilt tú hava eitt spennandi og læruríkt…

Les meira
31.03.2025

Í síðstu viku var hátíðarløta í Námi í sambandi…

Les meira
31.03.2025

Námsætlanirnar í alisfrøði og evnafrøði 7-9,…

Les meira
21.03.2025

Nám sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira
10.03.2025

Plantur til matna – Ein ókeypis bók um…

Les meira
08.03.2025

Á kvinnudegnum 8. mars 2025 verður filmurin Karyat…

Les meira
25.02.2025

PISA-kanningin verður í tíðarskeiðnum frá 3. mars…

Les meira
13.02.2025

Bókin Kom og les raðið er ein stór hjálp hjá…

Les meira