Skip to main content

Starv sum kt-didaktiskur ráðgevi

24.02.2023

Nám sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum kt-didaktiskum ráðgeva til setanar til skúlaársbyrjan 2023. Møguligt er tó eisini at byrja 1. apríl 2023. Talan er um fast fulltíðarstarv.

 Gevið gætur! Freistin er farin, og starvið er sett 

Tørvur er á einum ráðgeva, ið kann vera við til at menna kt-didaktiska økið í skúlaverkinum. Tann, ið settur verður, fer at hava stóra ávirkan á innihaldið og ráðleggingina í starvinum. Talan er tí um fjølbroytt og áhugavert starv, har møguleiki er fyri fakligari og persónligari menning.

Nám er stovnur undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Nám veitir skúlaverkinum ymiskar tænastur sum útlán av skúlatilfari, skeið, Snar, WISEflow og gevur út undirvísingartilfar. Ráðgevin verður partur av ráðgevandi deildini í Námi.

Arbeiðsøkið fevnir um:

  • at ráðgeva skúlum í kt-didaktiskum spurningum
  • at ráðgeva skúlum og hjálpa við at verkseta talgildar pallar í undirvísingini (sum t.d. Office365 og WISEflow)
  • at skipa fyri skeiðum og átøkum
  • at vera við at menna kt-didaktiska partin í útgávunum hjá Námi
  • at veita kt-hjálp til skúlar

 

Vit leita eftir einum persóni, ið hevur:

  • útbúgving sum fólkaskúlalærari, undirvísingarførleika á miðnámi ella samsvarandi
  • góðan og breiðan fakligan førleika
  • góðan førleika at seta teg inn í talgildar loysnir
  • royndir við at verkseta kt í skúlaverkinum
  • hugflog og dirvi at ganga nýggjar leiðir
  • góðan teldukunnleika og kunnleika til mál – serliga føroyskt, men eisini skandinaviskt og enskt.
  • góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt
  • góðar samskiftis- og framløguførleikar
  • hug og vilja at veita góða tænastu

 

Tann, ið verður sett/ur, kann, um ynski er um tað, í samráð við Nám taka eftirútbúgving innan økið.

Setanarviðurskifti

Vit bjóða eitt sera spennandi og avbjóðandi starv við nøkrum bundnum uppgávum, ið skulu avgreiðast innan settar tíðar- og fakkarmar. Harafturat skal tann, ið sett/ur verður, vera við til at mynda starvið og starvsinnihaldið. Starvið er fast fulltíðarstarv og verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag við setan til skúlaársbyrjan 2023 ella eftir 1. apríl 2023.

Umsóknir og samband

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Tóra Slættalíð, deildarleiðara fyri ráðgevingina, á tel. 555 180 ella við telduposti á tori@nam.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin tann 5. mars 2023 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo

Onnur tíðindi

01.05.2025

Tiltak: Grønar upplivingar fyri alla familjuna í…

Les meira
01.04.2025

Vilt tú hava eitt spennandi og læruríkt…

Les meira
31.03.2025

Í síðstu viku var hátíðarløta í Námi í sambandi…

Les meira
31.03.2025

Námsætlanirnar í alisfrøði og evnafrøði 7-9,…

Les meira
21.03.2025

Nám sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira
10.03.2025

Plantur til matna – Ein ókeypis bók um…

Les meira
08.03.2025

Á kvinnudegnum 8. mars 2025 verður filmurin Karyat…

Les meira
25.02.2025

PISA-kanningin verður í tíðarskeiðnum frá 3. mars…

Les meira
13.02.2025

Bókin Kom og les raðið er ein stór hjálp hjá…

Les meira