Skip to main content

KT-didaktiskur ráðgevi til Nám

31.01.2023

Nám sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum kt-didaktiskum ráðgeva til komandi skúlaár. Møguligt er tó eisini at byrja 1. apríl 2023.

 Gevið gætur! Freistin er farin, og starvið er sett 

Tørvur er á einum ráðgeva, ið kann vera við til at menna kt-didaktiska økið í skúlaverkinum. Tann, ið settur verður, fer at hava stóra ávirkan á innihaldið og ráðleggingina í starvinum. Talan er tí um fjølbroytt og áhugavert starv, har møguleiki er fyri fakligari og persónligari menning.

Nám er stovnur undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Nám veitir skúlaverkinum ymiskar tænastur sum útlán av skúlatilfari, skeið, Snar, WISEflow og gevur út undirvísingartilfar. Ráðgevin verður partur av kt-ráðgevingini, sum er ein eind í ráðgevandi deildini á Námi.

Arbeiðsøkið fevnir um:

  • At ráðgeva skúlunum í kt-didaktiskum spurningum.
  • At ráðgeva skúlunum og hjálpa við at verkseta talgildar pallar í undirvísingini (sum t.d. Office365 og WISEflow).
  • At skipa fyri skeiðum og átøkum
  • Hava tætt samband og samstarv við skúlarnar.
  • At vera við at menna kt-námsfrøðiliga partin í útgávunum hjá Námi.
  • At veita kt-hjálp til skúlar.

 

Vit leita eftir persónum, ið hava:

  • Útbúgving sum fólkaskúlalærari ella samsvarandi
  • Góðan og breiðan fakligan førleika
  • Góðan førleika at seta teg inn í talgildar loysnir
  • Royndir við at verkseta kt í skúlaverkinum.
  • Hugflog at hugsa í nýggjum leiðum og dirvi at royna hetta í verki.
  • Góðan teldukunnleika og kunnleika til mál – serliga føroyskt, men eisini norðurlendskt og enskt.
  • Góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt.
  • Góðar framløguførleikar
  • Ganga høgt uppí at veita góða tænastu

 

Umsøkjarar, ið hava serliga viðkomandi eftirútbúgving t.d. innan kt og læring, viðkomandi kt-didaktiskar royndir ella hava royndir í verkætlanarleiðslu og verkætlanarstýring hava fyrimun.

Setanarviðurskifti

Vit bjóða eitt sera spennandi og avbjóðandi starv við nøkrum bundnum uppgávum, ið skulu avgreiðast innan settar tíðar- og fakkarmar. Harafturat skulu tey, ið sett verða, vera við til at mynda størvini og starvsinnihaldið. Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag við setan komandi skúlaár ella 1. apríl 2023.

Umsóknir og samband

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Tóra Slættalíð, deildarleiðara fyri ráðgevingina, á tel. 555 180 ella við telduposti á tori@nam.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin tann 15. februar 2023 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo

Onnur tíðindi

01.05.2025

Tiltak: Grønar upplivingar fyri alla familjuna í…

Les meira
01.04.2025

Vilt tú hava eitt spennandi og læruríkt…

Les meira
31.03.2025

Í síðstu viku var hátíðarløta í Námi í sambandi…

Les meira
31.03.2025

Námsætlanirnar í alisfrøði og evnafrøði 7-9,…

Les meira
21.03.2025

Nám sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira
10.03.2025

Plantur til matna – Ein ókeypis bók um…

Les meira
08.03.2025

Á kvinnudegnum 8. mars 2025 verður filmurin Karyat…

Les meira
25.02.2025

PISA-kanningin verður í tíðarskeiðnum frá 3. mars…

Les meira
13.02.2025

Bókin Kom og les raðið er ein stór hjálp hjá…

Les meira