Skip to main content

Klippfisk: 48 tíma filmskapping

07.01.2025

Klippfisk og Barnafilmfestivalurin BFF 2025 skipa fyri filmskapping 13.-15. januar. Filmskappingin er fyri børn og ung í aldursbólkinum 6-19 ár.

Mánadagin 13. januar kl.12.00 verður evnið fyri kappingina kunngjørt í Perluni. Tit hava síðan 48 tímar til at framleiða ein film við hesum evninum. Møguligt verður at arbeiða við at menna hugskotið, klippa filmin og mangt annað í Klippfisk, meðan kappingin er í gongd.

Vinningur: kr. 10.000! 

Longd á filmi: í mesta lagi 7 minuttir. Onki minstamark er.

Útgerð: onki mark. Filmurin kann upptakast við bæði fartelefon og fínari kameraútgerð.

Tekna teg sum einstaklingur ella bólkur nidanfyri. Tilmeldingin er endalig, tá ið tú fært váttandi teldupost.

Tilmeldingarfreist: sunnukvøldið 12. januar kl. 20.00

 

Leinkji at tilmelda seg: http://www.klippfisk.fo/

Onnur tíðindi

Starvið er nýtt og hevur til endamáls at styrkja…

Úrslitini frá PISA 2025 vísa eina blandaða mynd.…

Aftur í ár er Nám við í kappingini um at hava…

Skeiðstilmeldingin er latin upp aftur.

Skeiðstilmeldingin er latin upp.

Sjey dagførdar námsætlanir verða settar í gildi 1.…

Námsætlanirnar í týskum, fronskum og sponskum…

Ein handbók til undirvísing, velting og…

Tónleikur - tónafrøði komin út sum sBók – ein…

Plantur til matna sum tilfar til skeið í…