
Marsh, Katherine
Nowhere boy (2018)
14 ára gamli Ahmed er flýddur frá krígnum í Sýria, og hann er endaður í einum kjallara í Brússel. Í húsinum býr 13 ára gamli Max, sum er úr Amerika. Teir verða vinir og Max roynir at hjálpa Achmed.
Floksstig 6. – 8.
Síðutal: 362

Ellis, Deborah
The Breadwinner (2017)
Grafisk søga. 11 ára gamla Parvana býr í Afganistan, har Taliban ræður. Tá ið pápi hennara verður tikin til fanga av Talibanstýrinum má hon lata seg í sum drongur, so hon kann arbeiða og vinna pengar, so familjan kann klára seg.
Floksstig 6. – 10.
Síðutal: 77

Saint-Exupéry, Antoine de
The little Prince (2020) Nýtt
Søgan er um ein flogskipara, sum neyðlendir í oyðimørkini. Har møtir hann lítla prinsinum, sum er frá eini ókendari gongustjørnu. Prinsurin greiður frá um ferð sína gjøgnum stóra alheimin um øll tey, sum hann hevur hitt og um alt, sum hetta hevur lært hann.
Floksstig 6. – 10.
Síðutal: 64

Defoe, Daniel
Robinson Crusoe (1987)
Ævintýrarin Robinson Crusoe rýmir heimanifrá og fer við einum skipi. Ein dagin ferst skipið, men hann bjargar sær í land á eini oydnari oyggj. Hann verður á oynni í nógv ár og má stríðast fyri at yvirliva. Søgan um Robinson Cruso er bygd á eina sanna søgu um skotska sjómannin Alexander Selkirk.
Floksstig 7. – 9.
Síðutal: 42

Dumas, Alexandre
The Count of Monte Cristo (1989)
Franski sjómaðurin Edmond Dantes verður órættvíst dømdur. Eftir nógv ár í fongsli eydnast honum at rýma. Hann finnur ein skatt, so hann verður ein ríkur maður. Nú fer hann í holt við at hevna seg inn á teir, sum fingu hann dømdan nógv ár frammanundan.
Floksstig 7. – 9.
Síðutal: 74

Hewitt, Philip
Quest for a father (1998)
Vicky býr einsamøll saman við mammuni, men tá ið mamman doyr í ferðsluvanlukku, fer 14 ára gamla Vicky til ommuna at vaksa upp. Omman hevur heldur veikt hjarta, og tá ið omman fer á sjúkrahúsið, fer Vicky at hugsa um pápan, um tað man bera til at finna hann.
Floksstig 7. – 10.
Síðutal: 80

Dickens, Charles
Oliver Twist (2020) Nýtt
Oliver, sum er foreldraleysur, býr á einum køldum fátækraheimi. Ein dagin biður hann um at fáa meiri at eta, men tað verður hann revsaður hart fyri. Ein dag rýmir hann til London og finnur nýggjar vinir. Men nú byrja trupulleikarnir av álvara.
Floksstig 7. – 10.
Síðutal: 74

King Arthur and the Knights of the round table (2010)
Grafisk søga. Søgan er um Kong Arthur og riddararnar um runda borðið, sum hava til uppgávu at verja kongaríkið Camelot ímóti óndum kreftum. Hetta er eitt slag at ævintýrheimi við bæði gandakalli, drekum og risum.
Floksstig 7. – 10.
Síðutal: 69

Reekles, Beth
The Kissing Boot (2020) Nýtt
Elle Evans hevur alt, hon er vøkur og væl umtókt men eitt manglar – hon hevur ikki fingið fyrsta mussin. Tá skúlin hevur veitslu ger hon ein mussibás, og her mussar hon Noah, sum hon er nokkso forelskað í. Men Noah er beiggi besta vin hennara, og tað er ikki so gott. Hvussu man fara at ganga hjá Elle?
Floksstig 7. – 10.
Síðutal: 79

Groom, Winston
Forrest Gump (2001)
Hetta er ein nemandi og stuttlig søga um ein hjartagóðan ungan mann úr Alabama, nevndur Forrest Gump. Hann er ein sjáldsamur maður, hann er fótbóltsspælari, hermaður í Vjetnam, hann hittir amerikanska forsetan, fer út í rúmdina, og besti vinur hansara, Sue, er ein apa.
Floksstig 8. – 10.
Síðutal: 43

Haggard, H. Rider
King Solomon’s mines (1989)
Henry fer til Suðurafrika at leita eftir beiggjanum, George, sum hann gjørdist óvinur við fyri nógvum árum síðan. Komin til Suðurafrika, finnur Henry út av, at George er farin at leita eftir námum Sálomon kongs, sum sigast at vera full í diamantum. Á ferðini eru Henry og fylgi hansara fyri mongum vandamiklum hendingum.
Floksstig 8. – 10.
Síðutal: 74

Sherman, Alexie
The Absolutely True Diary of a Part-Time Indian (2015)
Arnold Spirit Jr., er ein 14 ára gamla drongur, sum býr í fátækadømi í einum fríøki til indiánar. Bókin lýsir lív hansara í fríøkinum, og hvussu tað gongur honum, tá ið hann fer í high-school uttanfyri fríøkið, í einum skúla har bert hvítir amerikanarar ganga.
Floksstig 8. – 10.
Síðutal: 250

Yoon, Nicola
Everything, Everything (2015)
Madeline, ið er 17 ár, hevur eina sjálsama sjúku – hon er ovurviðkvom fyri øllum. Hetta ger, at hon ikki hevur samband við nakran uttan fyri heimið. Men tá ið Olly flytur inn í grannahúsini, má hon velja, um hon vil fara út, ella um hon skal verða verandi í heimauppihaldi.
Floksstig 8. – 10.
Síðutal: 310

Christi, Agatha
And then there were none (2007)
Krimi. Tíggju fólk møtast á eini oyggj, ongin teirra kennist frammanundan. Tey eru øll boðin á vitjan, men tey vita ikki, hvør hevur boðið teimum. Ein fyri og annar eftir verður myrdur, og hetta skapar ein ótryggleika teirra millum. Hvør verður tann seinasti, sum yvirlivir?
Floksstig 9. – 10.
Síðutal: 317

Hemingway, Ernest
Two Stories (1967)
Stuttsøgusavn við Fifty grand og The undefeated. Fifty grand er um boksaran Jack Britton, um hvussu hann venur, og hvussu honum gongst. The undefeated er um Manuel Garcia – ein skaddan tarvafiktara. Hann má finna sær arbeiði so hann fær pengar at liva fyri. At enda fær hann eitt arbeiði sum tiltaksfiktari. Hvussu man hetta fara at ganga?
Floksstig 9. – 10.
Síðutal: 108