KT-hjálpin
Spurningar um Office 365, IntoWords, Kervi+ ella annað KT? Vit hjálpa tær.
KT-toymið í Námi stendur aftanfyri talgildu pallarnar, sum lærarar og næmingar í Føroyum brúka hvønn dag, frá iBókum og Snar til fakportalarnar. Vit menna nýtt tilfar, halda kervini koyrandi og koma út á skúlarnar við ráðgeving og skeiðum í KT-didaktikki.
Hvat arbeiða vit við?
KT-didaktikkur og skeið
Hvussu brúka vit KT soleiðis, at næmingarnir læra meira?
Heini Nygaard, André og Jóhannus
Talgilt tilfar
Vit gera nýtt undirvísingartilfar til talgildu pallarnar hjá Námi.
Karina, Sjúrður og Dávur
Heimasíður
Vit røkja og menna heimasíðurnar hjá Námi.
Karina, Sjúrður og Dávur
Kervi, support og ráðgeving
Vit taka okkum av kervunum, svara spurningum og koma út á skúlarnar við ráðgeving.
Teitur, André og Jóhannus
Hvørji eru vit?
Ert tú í iva um, hvønn tú skalt venda tær til? Vel tað, tú hevur brúk fyri hjálp til, og finn rætta fólkið í KT-toyminum. Vit hjálpa fegin.
Vit eru ymisk fólk við ymiskum førleikum. Vend kortunum og les, hvat vit arbeiða við – frá námsfrøði og skeiðum til film, heimasíður og dagligan KT-rakstur.
Hevur tú brúk fyri KT-hjálp? Ring +298 665161 ella skriva til kt@nam.fo. Tú skalt ikki sjálv/ur finna rætta starvsfólkið.
KT og námsfrøðiAndré Frederiksberg Danielsen
KT-ráðgevi
- Myndir og miðlar
Dávur Poulsen
Margmiðlasmiður
Skeið og menningHeini Nygaard
Skeiðssamskipari og ráðgevi
Rakstur og supportHeini Reinert
KT-ráðgevi, support
Talgild amboð í skúlanumJóhannus Mikkelsen
KT-ráðgevi
Talgilt innihaldKarina Toftegaard
Ritstjóri, talgilt tilfar og heimasíður
Pallar og heimasíðurSjúrður Fjallsbak
Talgilt tilfar og heimasíður
KT-support og raksturTeitur Nilssen
KT-ráðgevi, support
KT í skúlanum
Her finnur tú kunning um talgildu skipanirnar og amboðini, sum føroyska skúlaverkið brúkar.
Office 365
Office 365 er samskiftispallurin hjá øllum lærarum og næmingum í føroyska skúlaverkinum.
Allir lærarar og næmingar hava ein brúkara í skipanini. Tú ritar teg inn við tínum skúlaID (brúkaranavni og loyniorði).
Vit hava gjørt videovegleiðingar, sum hjálpa tær í gongd. Harumframt eru úrvalsbrúkarar á øllum skúlunum, sum kunnu vegleiða.
KT-umsitingarskipan
Undirvísingarverkið hevur fingið eina felags og trygga KT-skipan. Grundarlagið er Heildarætlanin fyri KT-umsiting í undirvísingarverkinum. Hon varð løgd fram í Norðurlandahúsinum 4. september 2020 og handað landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum.
Undanfarnar kanningar høvdu staðfest, at ongar av tá verandi KT-skipanunum lúktu krøvini til KT-trygd og verju av viðkvæmum persónsupplýsingum. Landsgrannskoðarin og Dátueftirlitið høvdu víst á álvarsligar trygdarveikleikar. Ætlanin var tí at endurnýggja og skipa KT-virksemið í undirvísingarverkinum í felag.
Uttanríkis- og mentamálaráðið, Undirvísingarstýrið og Nám stóðu fyri fyrireikingini. Arbeiðið verður gjørt í tøttum samstarvi við KT Landsins og Talgildu Føroyar.
Skúlanet
Felags rakstrar- og supportfelagsskapur, sum rekur eitt trygt KT-net fyri alt undirvísingarverkið, svarandi til tað, sum Landsnet er fyri landsstovnarnar.
Skúlanet er ein felagsskapur millum Undirvísingarstýrið, Nám, kommunurnar, fólkaskúlan, miðnám, Setrið og KT Landsins. Gjaldstovan tekur sær av rakstrinum, og størsti parturin av uppgávunum verður útveittur til føroysku KT-vinnuna.
Í 2025 komu allir fólkaskúlar við, so nú hava øll børn sama trygga KT-net.
Kervi+
Kervi+ er nýggja, felags lestrarfyrisitingarskipanin fyri fólkaskúla, miðnám, maritimar útbúgvingar, heilsuútbúgvingar og Setrið.
Skipanin savnar talgilda skúlaumsiting, læruskipanir og samskifti millum skúla, næming og heim. Hon gevur eisini álítandi hagtøl til skúlar og myndugleikar.
Setrið var fyrst at taka Kervi+ í nýtslu. Síðani eru miðnámsskúlar og fólkaskúlar komnir afturat, stig fyri stig.
Vitlíkisstrategi
Vitlíki við skili – læring í miðdeplinum. Í september 2026 varð ein vitlíkisstrategi fyri undirvísingarverkið løgd fram. Hon leggur ein felags karm um, hvussu vitlíki verður brúkt í føroysku útbúgvingarskipanini, so nýtslan er námsfrøðiliga, fakliga og etiskt væl grundað.
Strategiin hevur fýra átaksspor:
- undirvísing og læring
- eftirmeting og próvtøkur
- førleikamenning
- gransking og miðling
Delmál eru sett fyri 2027, 2029 og 2032. Strategiin er gjørd í samstarvi við skúlaleiðarar, lærarar, næmingar og fakfeløg. Eyðun Gaard, stjóri í Námi, var formaður í stýrisbólkinum.
Gongdin
- 2020 Heildarætlanin fyri KT-umsiting í undirvísingarverkinum verður løgd fram.
- 2021 Løgtingslóg nr. 52 um Skúlanet verður samtykt, og Skúlanet verður sett á stovn.
- 2022 Gjaldstovan byrjar at seta Skúlanet í verk, og fyrstu kommunurnar gera avtalu.
- 2023 Setrið verður fyrsti stovnurin í Kervi+.
- 2025 Allir fólkaskúlar eru á Skúlaneti.
- 2026 Vitlíkisstrategi fyri undirvísingarverkið verður løgd fram.
IntoWords
Forritið IntoWords er tøkt at nýta á føroyskum, og tað er Nám, sum umsitur forritið.
IntoWords er eitt hjálparamboð til at lesa og skriva. Tað kann samanberast við CD-orð, sum lesiveik hava nýtt í nógv ár. Fyrimunurin við IntoWords er, at tað riggar á flest øllum eindum. Tað kann leggjast á telduna sum eitt forrit, nýtast sum ískoytisforrit í kaganum og finst eisini sum app til telefonir og talvur.
Prísur og bílegging
Skúlar, virki og einstaklingar kunnu keypa atgongd til IntoWords. Prísurin er 375 kr. um árið fyri hvønn brúkara. Skúlar kunnu keypa eitt skúlahald, sum er bíligari og er tengt at næmingatalinum á skúlanum.
Bílegg við at senda ein teldupost til kt@nam.fo. Skriva navn, bústað, telefonnummar og teldupost.
Bílegg: kt@nam.fo
Innritan
Virki og einstaklingar fáa ein brúkara frá Námi. Skúlar kunnu rita inn við Unilogin.
CD-orð
CD-orð fylgir við í IntoWords-haldinum og kann framvegis nýtast sum vanligt. Forritið verður tó ikki ment longur, og tí leggur Nám dent á, at brúkarar skifta til IntoWords.
Installatión
- WindowsForrit til Windows
- MacForrit til Mac. Føroyskar røddir eru ikki tøkar til Mac.
- Kagi (Chrome/Edge)Ískoytisforrit, sum riggar á Mac, Windows og Chromebook
- iOSApp til iPhone og iPad
- AndroidApp til Android-eindir
- Android APK-fílaKnappaborð til Android-eindir
- IntoWords á netinumSíða við ymiskum amboðum
Føroyskar vegleiðingar
Fleiri filmsvegleiðingar á donskum: Filmsvegleiðingar frá Vitec