Skip to main content

Tíðindi

Avgreiðslan í Námi er farin í summarfrí.

Skeiðstilmeldingin er latin upp.

Ein handbók til undirvísing, velting og…

Summartíð
Hvør er tín besta summarmynd?
Les temasíðuna á Snar

Nýggjastu útgávur

Kom og skriva 3 - Næmingabók
Kom og skriva 3 - Næmingabók

Kom og skriva 3 er framhald av undanfarnu bókunum og er ætlað undirvísingini í skrivligum føroyskum í 6.-7. flokki. Bøkurnar byggja á ávegisskriving, har skrivað verður við hugflogi og opnum sinni.…

Kom og skriva 3 - Lærarabók
Kom og skriva 3 - Lærarabók

Á lærarabókini til kom og skriva 3 finnur lærarin leiðbeiningar og hugskot til næmingabókina, so hann fær tann íblástur, sum krevst í eini fjølbroyttari undirvísing. Áhugaverd brot eru um:…

Kom og skriva 3 - Skrivihefti
Kom og skriva 3 - Skrivihefti

Skrivihefti til Kom og skriva 3. Perman er tann sama sum á grundbókini. Støddin er tann sama sum á lærarabókini. Skriviheftið er 48 síður við breiðari margu og góðari linjufrástøðu. Ætlanin við…

Kom við - Næmingabók
Kom við - Næmingabók

Bókaheildin Kom við eftir Margretu Næss, lærara – fevnir um tríggjar bøkur, umframt band og fløgu. Útgávurnar eru ætlaðar undirvísingini í føroyskum í miðdeild fólkaskúlans. Nógvar myndir og…

Kom við - Skrivibók
Kom við - Skrivibók

Bókaheildin Kom við eftir Margretu Næss, lærara – fevnir um tríggjar bøkur, umframt band og fløgu. Útgávurnar eru ætlaðar undirvísingini í føroyskum í miðdeild fólkaskúlans. Á skrivibókini eru…

Kom við - Svarlisti
Kom við - Svarlisti

Á svarlistanum eru svarlistar til skrivibókina, krossorðagáturnar og til lesibókina.

Prikkut vár - Næmingabók
Prikkut vár - Næmingabók

Prikkut vár, ið er framhald av bókin Dýr og dorg, er ætlað miðdeild fólkaskúlans. Høvuðsevnið í bókini er samvera millum menniskju. Bæði millum børn og millum børn og vaksin. Í bókini eru nógv…

Prikkut vár - Svarlisti
Prikkut vár - Svarlisti

Til bókina Prikkut vár hoyrir eisini fjølbroytt skrivibók, har arbeitt verður víðari við tí, sum er í lesibókini. Loysnir til gátur og annað er at finna í svarlistanum.

Prikkut vár - Skrivibók
Prikkut vár - Skrivibók

Til bókina Prikkut vár hoyrir eisini fjølbroytt skrivibók, har arbeitt verður víðari við tí, sum er í lesibókini. Loysnir til gátur og annað er at finna í svarlistanum.

Kveikt og kannað
Kveikt og kannað

Á innganginum lýsir Hanus Andreassen yrkjaran, kritikaran og málfrøðingin Rikard Long. Bókin, ið er eitt úrvalssavn av tí, Rikard Long avrikaði, er skipað í hesar partar: Yrkingar, Kafeið, Um…

Kærleikssøga aldarinnar
Kærleikssøga aldarinnar

Kærleikssøga aldarinnar er sjálvævisøgulig og viðger hjúnalag Märtu Tikkanens við listarmannin Henrik Tikkanen. Savnið er eitt úrval av yrkingum úr Kærleikssøga aldarinnar, sum kom út á svenskum í…

Káin og Ábel - Grundbók

- ein mýta um tveir brøður
Káin og Ábel - Grundbók
Káin og Ábel - Grundbók

<span&hellip;

Lesibók til 2. skúlaár
Lesibók til 2. skúlaár

Í bókini, sum hevur ein hóp av tekningum, eru stuttar søgur, yrkingar og skjaldur. Bókin er skipað í hesar partar: Við hús og í haga, Børn siga frá, Eg setti meg, Lukka fatti barnið, Stjørnan skein,…

Lesibók til 3. skúlaár - 1. partur

til 3. skúlaár - 1. partur
Lesibók til 3. skúlaár - 1. partur
Lesibók til 3. skúlaár - 1. partur

Í hesi bókini eru stuttar søgur, yrkingar og skjaldur. Bókin er býtt í hesar partar: Sólin er gull, Rura, rura barnið, Og summardáin grør, Tú og eg, Og eg veit, Har rósurnar føgru blóma, Ljósini tey…

Lesibók til 3. skúlaár - 2. partur

til 3. skúlaár - 2. partur
Lesibók til 3. skúlaár - 2. partur
Lesibók til 3. skúlaár - 2. partur

Í bókini eru stuttsøgur, ævintýr, yrkingar, skjaldur, kvæði Bjarnabani og sjónleikurin Snjóhvíta. Bókin er skipað í hesar partar: Vit kunnu øll at renna dyst, Gylt saðil á, Oman kemur grýla, Hækkar…

Lesibók til 5. skúlaár
Lesibók til 5. skúlaár

Í bókini eru søgur, yrkingar, sagnir, ævintýr, kvæði o.a. - bæði upprunaligt og týtt. Bókin er skipað í hesar partar: Fiskurin bítur, Fjør mítt, Nú ringja kirkjuklokkur, Troðum lættliga, Kærleikur…

Lesibók til 6. skúlaár
Lesibók til 6. skúlaár

Í bókini eru stuttsøgur, sagnir, ævintýr, yrkingar, kvæði og sjónleikurin Rósalítla. Bókin er skipað í hesar partar: Tit eiga hetta land, Havið sang um Føroyar, Frítt er Eystfelli, Fjart í fornu øld,…

Lesibók til 7. skúlaár
Lesibók til 7. skúlaár

Í bókini eru yrkingar, stuttsøgur, kvæði, siðsøgulig brot o.a. Bókin er skipað í hesar partar: Hvat gat eg sagt, Rætt mær hond, Fáur fær tráðin heilt slættan, Føgur var náttin, Grør so fagurt, Rógva…

Lær teg enskt
Lær teg enskt

Lær teg enskt er ætlað undirvísingini í framhaldsdeild fólkaskúlans, miðnámskúlum og hægri skúlum, men hon er eisini væl hóskandi til sjálvlestur hjá teimum, sum vilja læra seg enskt. Bókin er…

Lív og gróður
Lív og gróður

Lív og gróður er um sambandið millum alt livandi á jørðini, um planturnar, sum eru grundarlagið undir øllum lívi, um gróðrarvánir, vistskipan og føðiketur. Bókin viðger trý plantusamfeløg, og tey…

Lívfrøði
Lívfrøði

Bókin er ætlað sum frálærutilfar í seinnu helvt av framhaldsdeildini. Hon byrjar við at greiða frá kyknuni, sigur so frá teimum ymisku vevnaðunum, sum laða upp kroppin. Greitt verður frá…

Náttúrusøga. 8. skúlaár
Náttúrusøga. 8. skúlaár

Bókin er ætlað sum frálærutilfar í framhaldsdeildini. Bókin er skipað soleiðis, at fyrst verður greitt frá um høvini og smáplantur og smádýr í sjónum. Síðani verða kópur og hvalur og nakrir fiskar í…

Maturin

Vørukunnleiki
Maturin
Maturin

Hetta er ein bók, ið veitir okkum grundleggjandi vitan um matvørurnar. Bókin er býtt sundur, so at hon gevur innlit í føðsluvirði, mattøkniligar eginleikar, hagreiðing, goymslu og haldgóðsku. Tað…

Men lívið lær
Men lívið lær

Hetta er ein skúlaútgáva av skaldsøguni Men lívið lær eftir Heðin Brú. Skaldsøgan er ein virðismikil lýsing av broytingartíðini um aldarskiftið 18. – 19. øld, tá føroyingurin m.a. tveitti av sær…

Íslendskir tekstir. Upplestur og sangur

Úr lesibók til 6. og 7. skúlaár
Íslendskir tekstir. Upplestur og sangur
Íslendskir tekstir. Upplestur og sangur

Upplestur og sangur. A: Lesibók til 6. skúlaár, bls. 265-277. B: Lesibók til 7. skúlaár, bls. 376-393. Þóra Þóroddsdóttir lesur.

Náttúra og umhvørvi
Náttúra og umhvørvi

Jørð, luft og vatn eru frumevni, ið eru grundtreytir fyri livilíkindum hjá mannaættini. Hetta er náttúruumhvørvið. Í bókini verður greitt frá, hvussu jørðin melur í rúmdini, og hvussu hetta skipar…