Nám er fremsti veitari til føroyska skúlaverkið, tá ið tað viðvíkur undirvísingartilfari. Útgávurnar eru til fólkaskúlan og miðnám, men talan er eisini um útgávur, sum hava breiðan almennan áhuga, so sum bókmentasøga og atlas.
Útgávur okkara eru grundaðar á fólkaskúlalógina, náms- og lesiætlanir og tey rák, sum eru á økinum, so at føroyskt undirvísingartilfar kann vera í fremstu røð.
Høvuðsvirkisøkini hava seinnu árini verið føroyskt, heimstaðarlæra, náttúra og tøkni, alis- og evnafrøði, søga, landalæra, enskt, lívfrøði, kristni og rokning til fólkaskúlan. Hetta arbeiðið heldur fram saman við nýggjum verkætlanum í serliga søgu og landalæru til fólkaskúlan og føroyskum til miðnám.
Høvðusútgávuvirksemið í Námi er skipað í Bókatoyminum. Á talgilda økinum arbeiðir Snar-toymið við egnum útgávum og verkætlanum saman við Bókatoyminum.
Les meira um útgávurnar hjá Námi:
Útgávumannagongd
Talgildar útgávur
Snar og Nám - heimasíðurnar
Nýggjastu útgávur
Súlan - Ása og Ró lita - Mín lesibók 3
Mín lesibók 1-17 eru smáar lesibøkur, ætlaðar at venja avkodingina og sambandið millum bókstav og ljóð. Endamálið er, at børnini gerast tryggir avkodarar, so at tey megna at lesa vanligan…
Súlubók 7 - Gásin og nósin
Ætlanin við Súlubók 7 er, at næmingurin í teksti kann venja teir bókstavir, hann hevur lært.
Orðatilfarið er avmarkað, og tað eru nógvar endurtøkur. Myndirnar í bókini eru…