
Ráðgevingin upplýsir og veitir lærarum hjálp í fakligum og námsfrøðiligum spurningum.
Til ber at venda sær til ráðgevingina á tlf 755150, ella beinleiðis til einstaka ráðgevan.
Endamálið við ráðgevingini er at:
- vitanin um einstøku lærugreinina og tilhoyrandi undirvísingarmiðlar og arbeiðshættir verður ment
- virkað verður fyri einari námsligari og fakligari menning og stuðlað verður upp undir menningarætlanir, verkætlanir og serstøk átøk í skúlanum.
Ráðgevingin er grundað á Ll. nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan við seinni broytingum og kunngerð nr. 42 frá 30. mars 2001, har virksemið er ásett.
