Skip to main content

Ritstjóri til Nám

08.02.2024

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum ritstjóra at gera undirvísingartilfar til m.a. føroyskt sum annaðmál.

Starvið verður sett 1. apríl 2024 ella skjótast gjørligt.

Nám er stovnur undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Nám veitir skúlaverkinum ymsar tænastur, so sum útlán av skúlatilfari, ráðgeving, skeið, Snar, Office 365, og gevur út undirvísingartilfar. Útgávudeildin, sum ritstjórin er ein partur av, skrivar, týðir, tillagar og ritstjórnar undirvísingartilfar til føroyska skúlaverkið.

Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv í Námi við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning.

 

Arbeiðsøkið fevnir m.a. um:

  • at finna og ritstjórna tilfar, fyrst og fremst tilfar til føroyskt sum annaðmál
  • at rættlesa og vegleiða rithøvund/týðara
  • at samskifta við onnur starvsfólk og skúlar um arbeiðið við útgávuni.

 

 Vit leita eftir einum persóni, ið hevur:

  • útbúgving frá hægri lærustovni
  • undirvísingarroyndir frá fólkaskúla ella miðnámi
  • góðan kunnleika um føroyskt sum annaðmál
  • góðan telduførleika
  • góðan málførleika – serliga í føroyskum, men eisini í norðurlendskum, enskum og týskum
  • góð samstarvsevni og góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt.

 

Setanarviðurskifti

Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv við bundum uppgávum, ið skulu avgreiðast innan settar tíðar- og fakligar karmar.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

 

Umsóknir og samband

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sigfríð Sólsker, útgávuleiðara í Námi, á tel. 555 171 ella við telduposti á sigfridur@nam.fo.

Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 3. mars 2024 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo

 

Onnur tíðindi

24.04.2024

Upp- og afturlatingartíðir

Les meira
Mynd av drongi, ið hyggur at grafum
17.04.2024

Hesa vikuna eru allir næmingar í 4. og 6. flokki…

Les meira
08.04.2024

Námsætlan í kravda undirvísingarevninum…

Les meira
19.03.2024

Starv sum námsráðgevi í føroyskum á yrkis- og…

Les meira
12.03.2024

Í sBókini Plantur til matna eru meira enn 150…

Les meira
12.03.2024

Nýggj námsætlan er gjørd til lærugreinina…

Les meira
04.03.2024

Nám gevur út tvey nýggj Hey!-hefti, sum eru ætlað…

Les meira
04.03.2024

Kambodja evnið á næsta Holocaustdegi.

Les meira
29.02.2024

Starv sum námsráðgevi í føroyskum á yrkis- og…

Les meira
22.02.2024

Forvitnislig bókarøð, ið er ætlað til undirvísing…

Les meira