Skip to main content

Leiðbeiningar til námsætlanirnar í føroyskum og donskum

07.07.2023

Leiðbeiningarnar, sum taka støði bæði í støðisnámsætlanini og í fakligu námsætlanunum, eru nú tøkar.

Í sambandi við dagføringar av námsætlanum eru leiðbeiningar gjørdar til ymsu floksstigini. Námsráðgevar í Námi hava gjørt leiðbeiningarnar í samstarvi við fylgibólkar av lærarum á ymsu stigunum.

Talan er í hesum førum um leiðbeiningar í føroyskum og donskum:

  • Leiðbeining - føroyskt 1.-3. floksstig
  • Leiðbeining - føroyskt 4.-6. floksstig
  • Leiðbeining - føroyskt 7.-9. floksstig
  • Leiðbeining - føroyskt 10. floksstig
  • Leiðbeining - føroyskt E-stig
  • Leiðbeining - føroyskt C-stig
  • Leiðbeining - føroyskt A-stig
  • Leiðbeining - tveyára gongd - føroyskt A-stig
  • Leiðbeining - danskt 3. floksstig
  • Leiðbeining - danskt 4.-6. floksstig
  • Leiðbeining - danskt 7.-9. floksstig
  • Leiðbeining - danskt 10. floksstig
  • Leiðbeining - danskt A-stig

Ymsir leistar til t.d. eftirmeting og próvtøku og próvtøkuleiðbeiningar eru eisini tøk hjá lærarum at brúka.

Tilfarið sæst her:

www.namsaetlanir.fo/foroyskt

www.namsaetlanir.fo/danskt

Arbeitt verður eisini við leiðbeiningum til náttúru og tøkni og føroyskt sum annaðmál. Hesar verða tøkar til skúlaársbyrjan.

Eftir summarsteðgin fer Nám at bjóða skúlunum verkstovur við støði í leiðbeiningunum og dagførdu námsætlanunum. Meira kunning um hetta kemur í næstum.

Onnur tíðindi

24.04.2024

Upp- og afturlatingartíðir

Les meira
Mynd av drongi, ið hyggur at grafum
17.04.2024

Hesa vikuna eru allir næmingar í 4. og 6. flokki…

Les meira
08.04.2024

Námsætlan í kravda undirvísingarevninum…

Les meira
19.03.2024

Starv sum námsráðgevi í føroyskum á yrkis- og…

Les meira
12.03.2024

Í sBókini Plantur til matna eru meira enn 150…

Les meira
12.03.2024

Nýggj námsætlan er gjørd til lærugreinina…

Les meira
04.03.2024

Nám gevur út tvey nýggj Hey!-hefti, sum eru ætlað…

Les meira
04.03.2024

Kambodja evnið á næsta Holocaustdegi.

Les meira
29.02.2024

Starv sum námsráðgevi í føroyskum á yrkis- og…

Les meira
22.02.2024

Forvitnislig bókarøð, ið er ætlað til undirvísing…

Les meira