Skip to main content

Close-up

Grundbók til miðlakunnleika C

Price :

<p>Úr 78.00 kr</p> <p><a href="https://nam.fo/handil/detail/d/close-up/2" target="600x800">Keyp bókina</a></p>

Close-up er ein gjølla dagførd útgáva av ZOOM - grundbók í miðlakunnleika C á miðnámi. Bókin fevnir um kjarnutilfarið í samsvari við námsætlanina.

Close-up endurspeglar, at miðlakunnleiki sameinar ein ástøðiligan og greinandi part við ein praktiskan og framleiðsluknýttan part. Hetta sæst aftur í bókini við at greining og framleiðsla lýsa og stuðla hvørjum øðrum. Bókin vendir sær til næmingin sum verkligan greinara.

Close-up vísir á livandi myndir í einum samanhangi. Leitt verður inn á hugtøk sum málbólkar og miðlapallar, og næmingarnir hava møguleika at menna og framleiða filmar, sum kunnu leggjast á ymiskar pallar við tí endamáli at røkka ávísum málbólkum.

Meginparturin av útvaldu filmunum og sjónvarpssendingunum til greiningaruppgávurnar eru at finna á filmcentralen.dk, snar.fo ella í miðlabókasavninum hjá DR dr.dk/undervisning.

Á heimasíðuni fyri Close-up: closeup.mediefag.gyldendal.dk er eitt framleiðslumatrix og framleiðslupappír, sum næmingarnir kunnu brúka til egnar filmsframleiðslur.

Close-up
  • Úr 78.00 kr

    Keyp bókina