Alisfrøði og evnafrøði 3 - Lærarabók
Pól Jespersen, studentaskúlalærari, hevur týtt og tillagað bókarøðina til føroysk viðurskifti úr Ny fysik/kemi, ið danska forlagið Gyldendal hevur givið út. Grundbókin er prýdd við litføgrum og lýsandi myndum eftir Óla Petersen. Harafturat eru fotomyndir úr føroyska gerandislívinum. Hetta ger tilfarið viðkomandi og áhugavert.
Alisfrøði og evnafrøði 3 er ætlað 9. flokki. Á lærarabókini eru nøkur orð um hvønn kapittulin í grundbókini. Hetta kunnu vera hentar ávísingar viðvíkjandi royndunum, ella at ávíst evni er gjølligari viðgjørt. Harumframt eru smáar uppgávur og støðuroyndir til læraran at fjølrita. Her er ætlanin, at næmingarnir skulu vera virknari. Teir skulu velja ímillum uppgávusvør, ella teir skulu orða tey sjálvir.


