Alisfrøði og evnafrøði 3 - Arbeiðsbók
Pól Jespersen, studentaskúlalærari, hevur týtt og tillagað bókarøðina til føroysk viðurskifti úr Ny fysik/kemi, ið danska forlagið Gyldendal hevur givið út. Grundbókin er prýdd við litføgrum og lýsandi myndum eftir Óla Petersen. Harafturat eru fotomyndir úr føroyska gerandislívinum. Hetta ger tilfarið viðkomandi og áhugavert.
Alisfrøði og evnafrøði 3 er ætlað 9. flokki. Á arbeiðsbókini eru 56 venjingar við ymsum næmingaroyndum, sum skulu lætta um innlæringina. Harumframt eru uppgávur at arbeiða við heima ella í skúlanum.


