Dropar 9
Lesibók til 9. flokk
Dropar 9 er lesibók til 9. flokk. Hetta er síðsta lesibókin av trimum, sum eru ætlaðar teimum trimum árgangunum í hádeild. Dropar 9 er lesibók við fjølbroyttum úrvali av tekstum innan stuttsøgur, yrkingar, skaldskap av mannamunni, keldukritikk,
vitlíki og yrkistekstir. Umframt lesibókina til 9. flokk fevnir heildin um lesibøkur til 7. og 8. flokk og talgildar lærarabøkur við eykauppgávum.


