Skip to main content

Sýrur og basur í gerandisdegnum

Fakportalútgáva: Alis- og evnafrøði - 8. flokkur

Author :

Peter Norrild, Martin Krabbe Sillasen, Jens Hviid,

Heima hjá okkum er ein rúgva av kemikalium. Tey eru í køkinum og í baðirúminum. Nógv av hesum kemikalium hava sýrur og basur í sær.

Nøkur av hesum evnunum brúkar tú, tá ið tú gert mat, og tey eru púra óskaðilig. Onnur evni brúka vit, tá ið vit gera reint, og tey kunnu verða vandamikil, um vit ikki bera okkum rætt at.

Tí er týdningarmikið, at tú veitst eitt sindur um sýrur og basur. 

Um Alis- og evnafrøðiportalin

Í Alis- og evnafrøði 7–8 eru nógvar uppgávur, kanningar og verklig arbeiði, sum eru løtt at fara í holt við. Tilfarslistar og arbeiðsgongdir eru greið, og næmingarnir fáa høvi at arbeiða einsæris, í bólkum og saman við øllum flokkinum. Tilfarið leggur eisini upp til, at næmingarnir leggja fram og venja seg at miðla fakliga vitan.

Útgávuheildin fevnir um undirvísingargongdir, sum kunnu býtast í fleiri faklig øki, til dømis:

Evni, vatn og kemiskar tilgongdir
Vatn – týdningarmesta evni á Jørðini
Ísur, vatn og vatndampur
Grundevni og evnasambond
Sýrur og basur í gerandisdegnum

Orka, ravmagn og magnetisma
Orka allastaðni
Ellæra
Magnetisma
Elektromagnetisk geisling

Sansir, ljóð og ljós
Oyra, ljóð og tónar
Eyga, ljós og litir
Luktur og smakkur

Náttúra, tøkni og gerandisdagur
Drekkivatnveiting til framtíðar ættarlið
Lufthavið yvir okkum
Kemikaliu heima
Samskifti

Í undirvísingargongdunum verður dentur lagdur á, at næmingarnir kanna, eygleiða, gera royndir og arbeiða við at skilja samanhangir í náttúru, tøkni og gerandisdegi. Tilfarið knýtir fakliga vitan at ítøkiligum dømum, so næmingarnir síggja, hvussu alisfrøði og evnafrøði eru partur av heiminum rundan um okkum.

Les meira á portalinum.

 

Sýrur og basur í gerandisdegnum