Skúlar, barnagarðar, frítíðarskúlar og líknandi stovnar innan undirvísing og ansing kunnu lána úr savninum hjá Námi. Tað er ókeypis at lána tilfar.
Kunningartilfar og handbøkur kunnu lánast í fýra vikur.
Filmar kunnu lánast í tvær vikur.
Flokssett og ljóðbøkur kunnu lánast í seks vikur.
Møguleiki er at leingja lánitíðina, um tilfarið ikki er umbiðið av øðrum lánara.
Tilfar, sum fær skaða ella verður burtur, kemur undir reglurnar viðvíkjandi endurgjaldi. Skúlin ella stovnurin, sum lánarin er knýttur at, ber endurgjaldsskylduna.
Endurgjaldið verður kravt soleiðis:
Føroysk og donsk flokssett, bøkur úr kunningarsavninum, føroyskt frílesing 200 kr.
Ljóðbøkur 300 kr.
Ensk flokssett, ensk frílesing, donsk frílesing 100 kr.
Læraraleiðbeiningar 700 kr.
Filmar, fløgur 100 kr.
”Haldið tíðarfreistina – næsti lánari er ein starvsfelagi”