Skip to main content

Útgávutiltak: Føroysk samfelagsfrøði – slóðbrótandi bókaútgáva til miðnám

17.08.2021

“Føroysk samfelagsfrøði – C-stig” er spildurnýggj bók ætlað fyrsta ári á miðnámi. Bókin er slóðbrótandi, tí hetta er fyrsta samlaða samfelagsfrøðibók á føroyskum til miðnám. Umframt at hon er skrivað á føroyskum, tekur hon støði í føroyska samfelagnum og er ætlað føroyskum næmingum. Bókin tekur til fulnar støði í námsætlanini fyri Samfelagsfrøði C og lýkur tí øll krøv til undirvísing.

Bókin er 246 síður long og høvundarnir eru Sámal Matras Kristiansen (red.), Ragnar Árnason Joensen, Christian Ihlen, Martha Hjalmarsdóttir Mýri og Regin Berg – øll útbúnir miðnámslærarar. Bókin hevur umframt frágreiðandi tekst eina ørgrynnu av myndum, talmyndum, talvum, modellum, kortum og dømum. Bókin fangar sostatt næmingar við sera ymiskum læristílum.

Bókin er útkomin bæði sum pappírsbók (pBók), samvirkin bók (sBók) og .pdf-bók (eBók). Pappírsbókin hevur alt lesitilfar við, men ongar uppgávur. Í samvirknu bókini er harumframt ein ørgrynna av uppgávum og venjingum, umframt at myndatilfarið í bókini kann takast upp á stórskíggja. Harumframt verður tilfar áhaldandi dagført í sBókini. Eisini ber til hjá næmingum at skriva viðmerkingar beinleiðis í bókina, soleiðis at lætt er at leita viðmerkingarnar fram til próvtøku. Við eBókini ber til at fáa bæði lesitilfar og viðmerkingar sum .pdf-skjal ella útprent.

Føroysk samfelagsfrøði - Pappírsútgáva - C stig »

Føroysk samfelagsfrøði - sBók - C stig »

 

Útgávutiltak 20. august á Námi

Útgávan verður hátíðarhildin við útgávutiltaki á Námi á Hoyvíksvegi 72 fríggjadagin 20. august kl. 15:00. Her verða røður, sangur, umframt at bókin verður løgd fram í ymisku sniðunum. Samfelagsfrøðibøkurnar til hádeild í fólkaskúlanum verða eisini at síggja.

Seinastu árini hevur Nám givið út samfelagsfrøðibøkur til 7., 8. og 9. flokk. Við nýggju miðnámsbókini læra næmingar sostatt samfelagsfrøði á føroyskum fýra ár á rað! Ein faklig kollvelting upp á fá ár, ið væntandi heldur fram komandi árini. B-stig er næsti teinur á leiðini.  

Vónandi hittast nógvir samfelagsfrøðilærarar, samfelagsfrøðingar og samfelagsáhugað til útgávutiltakið. Hetta er eisini eitt frálíkt høvi at netverka við onnur samfelagsáhugað og fáa sær okkurt gott undir góman.

Onnur tíðindi

19.03.2024

Starv sum námsráðgevi í føroyskum á yrkis- og…

Les meira
12.03.2024

Í sBókini Plantur til matna eru meira enn 150…

Les meira
12.03.2024

Nýggj námsætlan er gjørd til lærugreinina…

Les meira
04.03.2024

Nám gevur út tvey nýggj Hey!-hefti, sum eru ætlað…

Les meira
04.03.2024

Kambodja evnið á næsta Holocaustdegi.

Les meira
29.02.2024

Starv sum námsráðgevi í føroyskum á yrkis- og…

Les meira
22.02.2024

Forvitnislig bókarøð, ið er ætlað til undirvísing…

Les meira
13.02.2024

Leikritini "Páll fangi", "Vónbrot" og "Vinarlig…

Les meira
09.02.2024

Próvstovan sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira
08.02.2024

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum ritstjóra…

Les meira