Skip to main content

Dagsskeið um harðskapsfatan og arbeiði við harðskapsraktum

20.09.2024

Mikudagin 20. novembur 2024 verður skeið í Námi fyri lærarum og námsfrøðingum um harðskapsfatan og arbeiði við harðskapsraktum.

 

Skeiðið verður fyriskipað sum partur av heildarætlanini Harðskapur í parløgum og nærsambondum 2023-2028. Tað eru Sig frá-verkætlanin og Kvinnuhúsið í samstarvi við Nám sum eru ábyrgdarar.

Endamál:

Á  skeiðnum verður undirvíst við støði í virknari luttøku, innan evni  um, hvussu fakfólk kunnu skilja og stuðla fólki, sum hava verið fyri harðskapi í parlagi ella nærsambondum. 
 

Innihald:
Hjá 98% av teimum, ið hava verið fyri harðskapi, er sálarligur harðskapur ein partur av hesum harðskapinum. Hjá teimum, sum flyta á kreppumiðstøð, eru næstan 70%, ið vísa tekin um PTSD. Somuleiðis vita vit, at løtan, tá tann harðskapsrakti leitar sær hjálp, er avgerandi. Verða tey tá ikki møtt við røttu hjálpini, so minka útlitini fyri, at tey nakrantíð aftur royna at søkja sær hjálpa. Á hesum skeiði verður støði tikið í teimum áralongu royndunum, sum tey á Danner hava fingið, bæði tá tey møta og arbeiða við harðskapsraktum kvinnum og børnum.

Á skeiðnum fært tú innlit í ástøði um, hvat harðskapur ger við eitt menniskja, bæði tá talan er um stutt- og langtíðar árin. Eisini verður hugt eftir teimum teknum, sum eru av harðskapi, og hvørjum tú sum fakfólk skal vera varur við. Somuleiðis fært tú ítøkilig amboð at brúka í samrøðu um harðskap, eitt nú við at brúka psykoedukation, eins og aðrar samrøðu teknikkir.
 

Arbeiðshættir:
Skeið hjá Danner verða altíð løgd til rættis, við máli um virkna luttøku við skeiðsluttakarar. Hetta inniber, at skeiðið er bygt upp við framløgum av fakligari vitan og ástøði, flætta saman við venjing og dømum frá praksis. Hesin leistur byggir á eitt ynski um at tryggja eina samantvinnan millum skeiðið og tann gerandisdag, sum luttakararnir kenna til. Endamálið er, at luttakarar skulu kunnu brúka innihaldið beinleiðis í teirra arbeiði við harðskapsraktum.

Fyriskiparar:

Skeiðið verður fyriskipað sum partur av heildarætlanini Harðskapur í parløgum og nærsambondum 2023-2028. Tað eru Sig frá-verkætlanin og Kvinnuhúsið í samstarvi við Nám sum eru ábyrgdarar.

 Skeiðshaldari:

Anne Zacho Møller hevur arbeitt innan harðskapsfakliga økið síðani 2010 og hevur sum senior útbúgvingar konsulentur ábyrgdina fyri øllum útbúgvingarvirksemi á Danner, bæði útbúgving av sjálvbodnum, harðskapsfakligari uppstígan av fakfólki í Danmark og altjóða verkætlanum hjá Danner. Umframt sjálv at undirvísa, er Anne rithøvundurin handan undirvísingartilfarið hjá Danner, sum er tann metodiski og fakligi ryggurin í øllum teirra undirvísingararbeiði.
Hon hevur fleiri útbúgvingar innan  facilitatering, eitt nú
Ledelse, coaching og facilitering af grupper og teams á diplomútbúgving i leiðslu, eins og útbúgving innan grafiska facilitering.
Hon er serfrøðingur i luttakandi læringsdesigni, sum styrkir og mennir læruúrtøkuna og ger tað lættari hjá luttakarum at fáa brúkt vitanina í fakliga gerandisdegnum. Anne brúkar bæði illustrationir og visuell modellir í undirvísingini og hetta er við til at skapa eitt dynamiskt og livandi læringsrúm.

 

Karen Boesen hevur síðani 2019  starvast í Danner. Hon er samskipari og ráðgevi av “Dannerboliger”, sum er eitt eftirverdnar bútilboð til kvinnur og børn, sum hava búð á eini kreppumiðstøð. Hon hevur ábyrgdina av visitering, at fylgja og stuðla kvinnum til at fáa skapt eitt lív uttan harðskap, bæði fyri seg sjálvan og børnini.

Karin er útbúgvin sosiologur, innan antropologi og innan narrativa terapi.

Karin er tann undirvísarin á Danner, sum hevur flestar royndir. Hon hevur arbeitt við útbúgving og fasilitering bæði innan- og uttanlands, í m.a. Myanmar, Armenien og Eysturafrika. Somuleiðis hevur hon drúgvar royndir við at tillaga undirvísingina eftir mentanarligum samanhangi.

 

Hvat er Danner?

Danner er ein kreppumiðstøð fyri harðskapsraktar kvinnur og møgulig børn. Danner, sum byrjaði sítt virksemi í 1980, heldur til í Keypmannahavn. Á Danner er pláss fyri 18 kvinnum og 18 børnum. Í dag bjóða tey eisini ambulanta ráðgeving og skiftis- ella útslúsingar íbúðir fyri tey, sum flyta av kreppumiðstøðini. Somuleiðis hava tey uppbygt ein vitanardepil, sum hevur ábyrgdina av verkætlanarleiðslu innan- sum uttanlendis, at menna fakliga førleikan hjá starvsfólkum, at vera politiskur forsprákari og fyri samskiftið og pengainnsavning. Alt hetta fyri at hjálpa harðskapsraktum kvinnum og børnum til at liva eitt lív, leyst av harðskapinum, eins og fyri at fyribyrgja harðskapi móti kvinnum í parlagi og nærsambondum.

Melda til skeiðið her

Onnur tíðindi

23.09.2024

Bókarøðin fevnir um Grundbók, Arbeiðsbók,…

Les meira
20.09.2024

Mikudagin 20. novembur 2024 verður skeið í Námi…

Les meira
17.09.2024

Bøkur, sum stuðla næmingunum í bæði fakligari og…

Les meira
06.09.2024

Nýggj undirvísingargongd um vatn er nú á…

Les meira
12.08.2024

”Føroysk samfelagsfrøði C-stig” komin út í aðru…

Les meira
05.07.2024

sBókin Lestrarmenning í dagførdari og víðkaðari…

Les meira
27.06.2024

Umleið 1300 næmingar á 35 skúlum luttóku í…

Les meira
21.06.2024

Roknibøkur til tey yngstu

Les meira
14.06.2024

Tvey uppgávusett til framseting í føroyskum í 9.…

Les meira
13.06.2024

Vinningurin er 30.000 kr.

Les meira