“Dagurin hjá fólkaskúlanum”
30.11.2022
Føroya Lærarafelag, Námsvísindadeildin og Heim & skúli skipa fyri almennum pallborðsfundi um fólkaskúlan. Valevni frá øllum flokkum luttaka.
Evni sum verða viðgjørt eru hesi:
- hvat siga valskráirnar um fólkaskúlan
- umstøðurnar hjá læraranum í dagsins fólkaskúla
- Læraraútbúgvingin og eftirútbúgving av lærarum
- Hin góði skúlin, har lærarar og næmingar trívast
Valevnini fáa høvi at greiða frá síni hugsan, og høvi verður at seta spurningar úr salinum.
Til tey, ið ikki fáa møtt á Frælsinum, so verður valfundurin stroymdur.
Hesi hava boða frá luttøku til “Dagin hjá fólkaskúlanum - Valfundur um fólkaskúlan”:
A - Beinir Johannesen, Rógvi Egilstoft, Mona Breckmann Westcott
B - Magnus Rasmussen, Hanna Ovadóttir og Anita Heinesen
C - Jóhannis Joensen, Birna Heinesen og Terji Beder
D - óvist
E - Høgni Hoydal, Anita á Fríðriksmørk og Jón Kragesten
F - Hanna Jensen
H - Rani Andrasson Skaalum