Skip to main content

Bókhaldari til Nám

11.11.2022

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum bókhaldara frá 1. januar 2023 ella skjótast gjørligt. Talan er um tíðaravmarkað starv til 31. desember 2023. Møguleiki er tó at fáa fast starv eftir hetta, um fíggjarligu umstøðurnar loyva tí.

Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum. Nám veitir skúlaverkinum ymsar tænastur, so sum útlán av skúlatilfari, ráðgeving, skeið, Snar, Office 365 og gevur út undirvísingartilfar. Fyrisitingardeildin, sum bókhaldarin er partur av, hevur allar fyrisitingarligar uppgávur í Námi og á Próvstovuni.

Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv í Námi við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning.

Starvið fevnir um:

  • bókhald
  • innanhýsis roknskapareftirlit
  • fíggjarætlanararbeiði
  • fyrisitingarligar uppgávur saman við leiðsluni
  • samstarv við Bókamiðsøluna
  • uppgávur viðvíkjandi kt og dátuvernd/GDPR.

 

Førleikakrøv:

  • skrivstovuútbúgving ella onnur viðkomandi útbúgving
  • royndir við fyrisiting
  • kunnleiki um kt-skipanir, so sum Búskaparskipan Landsins, Skjalhald og Navision
  • góður málførleiki – serliga í føroyskum, men eisini í skandinaviskum og enskum
  • góður telduførleiki á brúkarastigi
  • góð samstarvsevni og góður førleiki at arbeiða sjálvstøðugt.

 

Vit bjóða

Eitt fjølbroytt starv við nógvum skiftandi uppgávum og samskifti bæði innanhýsis og úteftir, har tú ert við til at mynda stovnin. Nám er í menning, og sum skrivstovufólk verður tú við til at seta tín dám á hesa menning.

 

Lønar- og setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

 

Umsóknir og samband

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra í Námi, á tel. 555150 ella við telduposti á eydun@nam.fo.

Umsókn saman við avriti av prógvum, C.V. og møguligum ummælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 5. desembur 2022. Umsóknin skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.

---------

Sí leinki: nam.fo

 

Onnur tíðindi

30.11.2022

Almennur valfundur um fólkaskúlan verður hósdagin…

Les meira
29.11.2022

Snjósystirin er jólakalendarin í barnaútvarpinum…

Les meira
14.11.2022

Tá freistin var úti á midnátt í gjárkvøldið, vóru…

Les meira
11.11.2022

Her eru myndir frá Læraradegnum, sum var hildin í…

Les meira
11.11.2022

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira
08.11.2022

Námsfrøðiliga ráðgevingin í Námi hevur fingið sína…

Les meira
31.10.2022

Nám sóknast eftir fólki at gera…

Les meira
28.10.2022

Í løtuni er ein verkætlan í gongd, har IntoWords…

Les meira
26.10.2022

Hevur tú hug at granska í føroyska fólkaskúlanum?…

Les meira
21.10.2022

Í Námi arbeiða vit við undirvísingargongdum við…

Les meira