Tríggir filmar vinna virðisløn frá Námi

28.11.2019
Tilsamans 19 filmar komu inn í stuttfilmskappingini hjá Námi, sum varð avdúkað í fulsettum skeiðshølum hjá Námi í kvøld. Bundna evnið var heimsmálini hjá ST, sum skuldi lýsast í einum stuttfilmi, sum í mesta lagi er 7 minuttir. Filmurin skal nema við minst tvey av heimsmálunum og kunna brúkast í undirvísing, so sum hann er.

Tríggir vinnarar vórðu funnir, sum allir deildu eitt fyrstapláss. Teir fingu sostatt ein triðing av virðislønini, tað er 10.000 krónur í part, av teim tilsamans 30.000 krónunum, sum Nám sponsoreraði.

Grundgevingar hjá dómsnevndini vóru hesar:

”Gang ein túr” T1 Tekniski skúli, Klaksvík (2:34): Vit síggja eina vanliga føroyska bygd, sum er gjørd úr Lego. Filmurin, sum er gjørdur í stop motion, hevur ein greiðan boðskap, er viðkomandi, hevur gott ljóð og góðan útgangstónleik, sum er viðkomandi fyri evnið.

”Grøna broytingin” næmingar úr 18u Glasir (4:40): Filmurin er flott filmaður og leggur seg sannførandi afturat innsløgum í Degi og Viku. Filmurin vísir á trupulleikar og loysnir í sambandi við veðurlagsbroytingar og letur ekspertar og vanlig fólk sleppa at úttala seg.

”Rúsandi eitur” 8.a á Argjahamri (3:13): Hetta er klassisk filmslist, sum sýnir framúr kynstur at lýsa eina støðu, sum børn kunnu koma í orsaka av rúsdrekkamisnýtslu. Høvuðsleikarin spælir væl og vekir kenslur hjá áskoðaranum.

Filmskvøldið í Námi byrjaði við at Árni Øregaard, formaður í dómsnevndini, bjóðaði vælkomin og setti eina 70-persóna lagkøku á borðið, meðan Rúni Eysturlíð spældi eyðkennisløg úr filmum á gittar.

Stjórin í Námi, Eyðun Gaard, helt røðu um týdningin at geva filmi rúmd á øllum stigum í undirvísingini kring landið, tí førleikin er góður og áhugin er sjónliga stórur at arbeiða við filmi. Henda kappingin, sum Nám hevur skrivað út, vísur hvussu heimsmálini hjá ST eisini kunnu lýsast við hesum miðili.

Allir filmarnir verða lagdir út

Høvið varð at síggja allar innkomnu filmarnar á eini røð av teldum í gongini í Námi. Nú kappingin er av verða allir teir 19 innkomnu filmarnir at síggja í einum spælilista á Nám og Snar profilunum á Facebook. Síðan verður filmskappingin eftirmett.

Metingarvirði

Tey metingarvirði, sum dómsnevndini hevur brúkt, eru søgan sjálv, hvussu filmiska frásøgusnildið er brúkt og hvussu tøknin er frágingin. Eisini varð mett um øll loyvi eru í lagi at vísa filmin og hvussu hann kann brúkast í undirvísingini.

Luttakandi skúlar

Teir 19 filmar komu frá hádeild í fólkaskúlanum og miðnámi. Allir filmar uttan ein høvdu hildið seg innanfyri teir lýstu 7 minuttirnar. Tann eini filmurin var 2 minuttir longri, men varð tó ikki diskvalifiseraður. Glasir og skúlin á Argjahamri vóru best umboðaðir í kappingini, men filmar komu eisini frá Tekniska skúla í Klaksvík, Hoyvíkar skúla, skúlanum við Løgmannabreyt og Eysturskúlanum.

Dómsnevndin

Dómsnevndin taldi 6 fólk, 3 kvinnur og 3 menn, sum vórðu vald í Námi og í Kringvarpinum. Árni Øregaard, margmiðlasmiðjur, hevur verið formaður.

Nám ynskir vinnarunum til lukku og takkar fyri stóra áhugan at vera við í stuttfilmskappingini hjá Námi. Nám takkar eisini Kringvarpinum fyri gott samstarv. Nám minnir samstundis á stuttfilmskappingina, sum Klippfisk skipar fyri um vikuskiftið.

Filmarnir síggjast her

 

 

 

|