Temasíða um miðlar

14.11.2018
Nýggj temasíða um Miðlar er komin á Snar

Tað, ið vit lesa, hoyra og síggja í miðlunum er tíðarbundið. Eins og kronos merkir klokka, so er ein kronikkur ein tíðargrein. Greinin skal fanga okkurt, sum er í tíðini í tí landinum, har vit búgva. At vera journalistur merkir at vera ajour, tað er altíð at vera dagførdur, sama hvør miðilin er.

Soleiðis byrjar nýggja temasíðan á Snar um miðlar, sum sæst her: snar.fo/midlar/

Umframt at lesa, fara vit í hesum tema eisini at spæla journalistar. Við støði í galdandi námsætlanum fara vit at skriva og læra okkum ymsu sløgini av journalistiskum tekstum, at brúka keldur og meta um falstíðindi.

Tilfarið um miðlar er býtt í smáar stubbar við kjakevnum at taka upp í flokkinum. Lagt verður upp til at brúka og fata miðlarnar, og at næmingurin er virkin við egnum amboðum ella útgerð, sum skúlin útvegar. Tað er annan vegin at halda og lesa bløð, lurta eftir útvarpi og hyggja eftir Degi og Viku. Hin vegin er tað ikki minni umráðandi, at næmingurin sjálvur brúkar amboð sum fartelefon og teir skiftandi møguleikar, sum eru á sosialu miðlunum at skapa egin tíðindi og senda tey í umfar og alla tíðina hava falstíðindi í huga.

Eisini er umráðandi at kunna seg við pressufrælsi, her og úti í heimi, um keyp og sølu av lýsingum í miðlum, og um miðlar sum málgagn at skapa sær politiska ella aðra makt. At miðlar verða nevndir fjórða samfelagsmaktin skal eisini gerast púra greitt.

Endamálið við hesum tilfari er, at vit skulu vera kritisk, tá vit taka vøruna til okkara. Umframt at viðurkenna at talan er um tíðindi, sum vit skifta orð um, skulu vit eisini læra okkum at fata tíðindini sum vøru.

Hetta tilfar um fjølmiðlar er fyrst og fremst ætlað at brúka í vallærugreinini fjølmiðlar í 8.-10. flokki, sum lýst í námsætlanini. Tilfarið kann eisini brúkast á miðlabreyt, í samfelagsfrøði og í føroyskum í hádeild. Tilfarið byggir á skúlabókina Fjølmiðlar, sum Birgir Kruse skrivaði fyri Føroya Skúlabókagrunn, ið fyrstu ferð gav bókina út í 2007. Grafikkin í bókini og á hesi temasíðu gjørdi Ole Wich.

Teksturin um miðlar kann lættliga dagførast, rættast og víðkast í samráð við ritstjórnina á Snar, sum hevur gjørt hetta tilfarið til undirvísing. Rætturin at broyta tilfarið er soleiðis ikki bundin, men fríur og opin at brúka hjá lærarum og næmingum í føroyska fólkaskúlanum, so leingi tilfarið ikki verður gjørt til søluvøru, ella sett inn í annan samanhang enn undirvísing í miðlum.

|