Skeið 2019-2020

11.06.2019
Tekningarfreistin er sunnudagin 30. juni 2019

Vælkomin á skeið í Námi

Melda til her

Leiðbeining til at tekna seg


Skúlaárið 2019/2020 skipar Nám fyri skeiðum, ið eru mennandi og kveikjandi fyri lærarar bæði í fólkaskúla og á miðnámi. Summi skeið eru vend móti ávísum lærugreinum, og onnur leggja dent á háttalag og námsfrøði.

Skeiðini eru skúlaárið 2019/2020 bólkað soleiðis:

Skeið: Skeið, ið snúgva seg um ávísan undirvísingarhátt og/ella undirvísingarmiðil
Tilfarsskeið: Skeið, ið snúgva seg um útgávur hjá Námi, fakliga og námsfrøðiliga
Lærugreinadagur: Lærarar hittast at fáa íblástur, vitanardeila og viðgera fakliga innihaldið í undirvísingini í ávísari lærugrein
Skúlaskeið: Skeið, sum skúlaleiðslur kunnu bíleggja út á skúlan

Eitt, sum eyðkennir nøkur av skeiðunum næsta skúlaár, er, at leiðslan hevur møguleika at tekna allan lærarahópin ella partar av honum til skúlaskeið. Nám kemur so út á skúlan at halda hesi skeiðini.

Orsøkin til, at Nám leggur á hendan bógvin, er, at vit meina, at menning innan skúlagátt hendir best í nærumhvørvinum, og á henda hátt meta vit okkum best røkka øllum lærarum.

Skeiðini eru mong og fevna ógvuliga breitt. Tosa við leiðsluna um, hvat hóskar best til tín, og hvørji av skeiðunum kunnu geva tær íkast til ein lættari gerandisdag.

Tekningarfreistin er sunnudagin 30. juni 2019.

Við vón um góða undirtøku til skeiðini og gott samstarv við skúlarnar gleða vit okkum til skúlaárið 2019/2020.

Vegna okkum í Námi

Eyðun Gaard, stjóri

 

 

|