Nýggjur barnasangur

12.03.2019
Allan hevur gjørt animatiónsfilm

Teknarin Allan Korsager Davidsen hevur gjørt henda sjáldsama væl úr hondum greidda føroyska animatiónsfilm til sangin ”Fimm smáar apur”, sum er á YouTube-rásini hjá Námi Barnasangbók Føroya.

Tað er fyri Nám, at Allan hevur gjørt animatiónsfilmin, sum tekur støði í eini tekning, ið hann gjørdi til ”Barnasangbók Føroya”, sum Mentamálaráðið gav út í november 2018.

Allan greiðir frá, at alt er gjørt í Photoshop og síðani lagað til og sett saman við Adobe After Effects og Premiere Pro.

Guðrun Sólja Jacobsen syngur ”Fimm smáar apur”, upptøkan er gjørd í rúminum hjá Námi á Hoyvíksvegi 72, og fylgispælið hava Rúni Eysturlíð, sum spælir el-gittar og hevur lagt til rættis saman við Árna Øregaard, ið spælir klaver og kontrabass.

Fleiri enn 300 haldarar eru, og útvið 250.000 hava sæð sangirnar.

 

 

 

 

|