Nem mál í fimta er komin

26.11.2018
Mállærubókin til Nem í fimta heildina er komin og kann bíleggjast á Bókamiðsøluni. Kostnaður 88,-

Nem mál í fimta er mállærubók á 96 síður og í 6 pørtum, partarnir í mállærubókini fylgja pørtunum í lesibókini.

Arbeitt verður við navnorðum, sagnorðum, lýsingarorðum, eintali og fleirtali, samansettum orðum, sagnorðaendingum, talorðum, samheiti, andnevni, miðalvarpingum, sambindingarorðum, høvuðssetningi, eykasetningi, hjálparsagnorðum, endursøgn, fyrisøgn og lesifatan.

Útfyllingarfyrisagnir eru at finna á snar.fo/nem

|