Nám í summar

25.06.2012
Eisini í Námi merkist summarið

Skúlagongdin í Føroyum er av álvara farin at halla hetta skúlaárið. Ein kærkomin summarfrí er í væntu, eftir at næmingar og lærarar hava strítt seg ígjøgnum harðan vetur bæði so og so.  

Í Námi er stórarbeiði gjørt, so vit øll nú kunnu húsast á Hoyvíksvegi 72. Hetta arbeiði hevur havt við sær, at vit hava verið at kalla heimleys, og flyting aftur og fram hevur darvað. Vit biðja øll halda okkum til góðar, at so hevur verið, og vit vóna, at øll fara at taka undir við okkum, at tilboðið, nú vit lata upp aftur, verður so mikið betri.  

Hósdagin 5. juli steingir avgreiðslan í Námi fyri summarsteðgin

Mánadagin 13. august lata vit upp aftur 

Innan hósdagin 5. juli eigur alt lænt tilfar at vera latið Námi aftur, so vit fáa tað klárt til nýggja skúlaárið, sum er á okkum, áðrenn vit vita av.  

Í tíðini, stongt er, verður eingin felags telefonavgreiðsla, men til ber at ringja beinleiðis til starvsfólk – sí starvsfólkayvirlitið.  

Stór móttøka verður í sambandi við, at vit nú eru komin upp á pláss á Hoyvíksvegi. Hon verður hósdagin 23. august kl. 15.00, og tá eru øll hjartaliga væl komin at síggja, hvussu vit húsast, arbeiða, og hvat vit hava at vísa fram.

Á myndini síggjast starvsfólk í Námi á útferð í Koltri.  

Góða summarfrí!    

|