Hvussu skulu vit brúka kt í skúlanum?

23.11.2020
Týsdagin 1. desember hevur Nám sett hundrað fólkum úr fólkaskúla, miðnámi og fróðskaparsetri stevnu at møta á Hotel Føroyum. Tá fer Steffen Löfvall at standa fyri einum visiónsseminari um leiklutin hjá kt-didaktikki í undirvísingini nú og komandi. Tóri Slættalíð er orðstýrari á degnum.

Við teimum tilmælum, sum heilsumyndugleikaranir ráða til í sambandi við koronasmittuna, er plássið so mikið avmarkað, at ikki fleiri enn hundrað fólk rúmast í hølunum. Leiðslur úti um landið hava funnið teir lærarar, sum verða við.

Hetta er fyrsta tiltak í eini tilgongd, har orð verða sett á nakrar visiónir um leiklutin hjá kt-didaktikki í undirvísingini í Føroyum. Endamálið er eisini at savna fakfólk, sum úr ymsum lærugreinum hava áhuga fyri kt-didaktikki og saman við teimum at kortleggja og skifta orð um staðbundnar kt-didaktiskar royndir.

Dentur verður lagdur á at samskipa visiónir. Tí fer dagurin at verða settur saman av stuttum fakligum framløgum, bólkapráti, samskrivingarverkstovum og felags samanumtøkum, siga fyrireikararnir í Námi.
Eftir seminarið verður tilfarið savnað og skrivað liðugt.

- Á visiónsseminarinum hyggja vit at kt-didaktikki sum eitt fakøkið, ið fevnir um tey trý vitanarøkini didaktikk, tøkni og fak, sigur Tóri Slættalíð, sum fyrireikar seminarið.

- Men visiónsarbeiðið endar ikki við hesum eina degi, men heldur fram at definera kt-didaktikk í føroyska undirvísingargeiranum. Í so máta er dagurin eitt byrjanarskot til nýggja fatan av, hvussu vit skulu brúka kt.

 

 

 

|