Hvørjar eru ætlanirnar á kt-økinum?

14.04.2021
Beint fyri jól var kt-didaktiskt visiónseminar hildið á Hotel Føroyum fyri 100 lærarum.

Frágreiðing um Kt-didaktiska visiónseminarið

Endamálið var at geva undirvísarum úr øllum skúlaverkinum høvi at seta orð á royndir, avbjóðingar og møguleikar við kt í egnari undirvísing. Afturat hesum máli var eisini umráðandi, at visiónir innan hetta økið vórðu orðaðar og tiknar við í eina frágreiðing.

Frágreiðingin, sum nú er liðug, byggir á tekst, sum ein ritstjórnarbólkur hevur sett saman úr tí tilfari, sum tá kom fram.

Nøkur høvuðsevni eru vald burturúr og innan hesar karmar eru tilmæli gjørd.

Í frágreiðingini verða visiónsorðingarnar frá arbeiðsbólkunum og tilmælini frá ritstjórnarbólkinum, innan tey úrvaldu evnini, løgd fram.

Hóast tilmælini eru nógv í talið, og tað ikki ber til at seta øll í verk, so bendir frágreiðingin greitt á, at evnini hanga saman, tí tey ávirka hvørt annað. Tí er umráðandi at varpa ljós á átøk, sum hava størstu ávirkanina.

Við frágreiðingini hava vit fingið betur innlit í, hvussu vit kunnu fremja munagóð átøk á kt-didaktiska økinum. Frágreiðingin kann av hesi orsøk metast sum ein stevnuskrá, ið kann verða leiðbeinandi í sambandi við tey átøk, ið skulu gerast.

|