Holocaust á breddan

20.01.2020
3 stuttfilmar til undirvísing

Nám hevur gjørt tríggjar stuttfilmar um Holocaust, har føroyingar siga frá. Tóra við Keldu sigur frá um tey, sum bera brek, og tí vórðu fyribeind Í Nazitýsklandi undir krígnum. Í dag kundi tað verið eg, sigur Tóra.

Petur Rouch greiðir frá um ferð, hann og konan gjørdu til München at vitja samkynda sonin, Búa. Tað var her at nazisman fekk undirtøku og fyrsta týningarlegan, Dachau, varð tikin í brúk.

Við einum skjalprógvaðum dømi, greiðir Maigun Solmunde frá um, hvussu føroyingar í Danmark hjálptu jødum at flýggja undan nazistunum undir krígnum.

Til stuttfilmarnar, sum eru fríir at brúka, eru gjørdar lættar uppgávur.

Temasíðan um Holocaust

 

 

 

 

 

|