Happing

21.10.2015
sum evni í undirvísing

Í dag verða happing og trivnaður sett á skrá í fólkaskúlanum. Faldarin hjá Mentamálaráðnum Eg vil eisini hoyra til verður viðgjørdur í øllum skúlum, har flokslærarin ella flokstoymið tosa við næmingarnar um nýggju happingarkanningina. Nám hevur gjørt eina temasíðu um tilfar, sum kann brúkast í skúlanum, tá happing og trivnaður verða viðgjørd. Myndina, sum lýsir útihýsing, tók Allan Korsager Davidsen.

Her er slóð til temasíðuna um happing.

http://snar.fo/happing/

Her er slóð til faldaran.

http://snar.fo/fileadmin/user_upload/TEMA_-_KT/MMR-Happing-faldari.pdf

Her er slóð til tíðindaskriv hjá Mentamálaráðnum.

http://www.mmr.fo/arbeidsoki/utbugving-og-gransking/folkaskulin/happing/

|